Íslendska reiðaríið Eimskipafélag Íslands hevur skrivað undir sáttmála við eina kinesiska skipasmiðju um at byggja tvey bingjuskip. Byggikostnaðurin er 5,8 milliardir íslendskar krónur, og skipini skulu eftir ætlanini skulu íslendingum fyrra hálvár í 2013. Skipini verða smíðað eftir týskum tekningum, og týskir ráðgevar skulu hava eftirlit við byggingini.
Nýggju skipini verða 140,7 metrar long, 23,2 metrar breið, og tey stinga 8,7 metrar, tá tey eru fullfermd. Mesta ferð verður 18,3 míl. Talan er um bingjuskip, og pláss verður fyri 230 frystibingjum.
Tey bæði nýggju skipini skulu setast í sigling í 2013 ístaðin fyri Brúarfoss og Selfoss, sum tá fara í aðra sigling.