Tíðindaskriv
Strandfaraskip Landsins er eitt felag, sum landið eigur og sum rekur farma- og ferðafólkaflutning á sjógvi og landi í Føroyum. Sølan av Farmaleiðum er størsta einskiljingarverkætlan, sum er framd í Føroyum higartil.
Flutningurin á landi hjá P/F Heri Thomsen og hjá Farmaleiðum verða nú lagdir saman undir navninum Farmaleiðir. Samanlagt verður hetta størsta flutningsfelag á landi í Føroyum. Farmaleiðir fer at veita eina umfatandi tænastu innan bingjuflutning, trailaraflutning, flutning av plattum og smápakkum. Tænastan fevnir um køli- og frystiflutning, flutning av feskum og frystum fiski og saltfiski. Virksemið fer at verða knýtt saman við altjóða netverkið hjá Skipafelagnum Føroyar og Eimskip sum er móðurfelagið hjá Skipafelagnum. Skipafelagið varð stovnað 1919 og hevur síðani verið leiðandi flutningsfelag í Føroyum. Við samanleggingini við Skipafelagið Føroyar og P/F Heri Thomsen og nú Farmaleiðir, er Eimskip ført fyri at veita eina víðfevnandi tænastu innan flutning og logistik til føroyska marknaðin.
Rakstrarinntøkan hjá Farmaleiðum var í 2005 20 milliónir kr. Felagið rekur 19 lastbilar í ymiskum støddum, harafturat nakrar vørubilar, trailarar og gaffiltrukkar. 21 fólk hava starvast hjá Farmaleiðum.
Um Eimskip
Eimskip veitir heildarloysnir innan flutningstænastur. Flutningskervið fevnir um 54 skrivstovur í Evropa, Norðuramerika, Suðuramerika, og Asia, umleið 30 skip og 15 frystihús. Eimskip eigur somuleiðis nøkur dótturfeløg og er í samstarsfelagsskapum.
Um Avion Group
Avion Group er móðurfelagið hjá Eimskip, og er eitt holdingfelag, sum hevur serkunnleika í altjóða flutningi. Samtakið rekur 85 skrivstovur um allan heim og hevur umleið 4.500 fólk í starvi. Avion Group veitir sínum kundum álítandi, skjótar og kappingarførar heildarloysnir innan futning.