Ein áheitan frá løgregluni á øll fólk

Løgreglan hevur longu fingið nakrar fráboðanir í morgun

Eftir at veðrið hevur verið avbera gott í langa tíð, við lítlum og ongum vindi, sær út til at heystarveðrið nú er komið. Sostatt er nakað av vindi í dag, summastaðni upp í nakrar og 20 metrar um sekundið, - og á Heltnini í Oyndafjørði, og á Fámjinsskarði, er vindurin oman fyri 30.

 

Løgreglan sigur, at tey hava eisini fingið fráboðanir um, ymiskt, sum vindurin hevur tikið, ella sum er í vanda fyri at verða tikið. Fólk hava ringt til okkum at boða frá spælihúsum til børn, sum eru tikin av vindi, og um trampolinir, sum eru við at fara í vindinum. Fólk hava eisini ampa av byggitilfari, sum liggur leyst og kann fara á flog.

 

Í alt summar hevur tað verið so stilt, at tað hevur verið óneyðugt at hugsa um tað, sum liggur úti, men nú stundar veturin til og tí heitir løgreglan á øll um at taka trampolinur, spælihús, og annað, sum kanna fara í vindi, undir tak, og annars um at tryggja tað, sum kann verða tikið av vindi.