Trúliga hevur hann staðið og tikið ímóti øllum teimum, sum skuldu búleikast her, verið seg menniskju, kríatúr, fuglur, fiskur, hvalur og so framvegis. Øld eftir øld, í milliónir av árum.
Men nú tykjast kreftir heimsins at ganga undan. Í myndatalu kunnu vit siga, at hann - heimurin - er komin væl inn í pensiónsaldur.
Hvussu leingi hann - heimurin - stendur, veit ongin av okkum.
Partvís av dálking av menniskjans ávum, verið seg í luftini, á sjónum, á landi við útláti av gassi v.m. eru kreftir heimsins farnar at ganga undan. Veðurlagsbroytingar eru bert eittans dømi av mongum, at so er.
Men tíbetur, hetta er ikki hin seinasti heimur. Tá hann einaferð ikki verður meira, fer Gud at skapa ein nýggjan heim, ein ungan, óspiltan nýggjan heim.
Ein vinur hjá Mark Twain segði einaferð: »Eg eri stúrin. Heimurin gongur móti enda sínum.
»Legg tú einki í tað«, svaraði tann víðagitni humoristurin. »Vit klára okkum nokk uttan hann«.
Ikki er vist, at Mark Twain var greiður yvir tað, men hann segði sannleikan. Vit kunnu klára okkum uttan verandi heimin, tí Gud hevur sagt, at hann vil skapa ein nýggjan heim.
Í 1860 segði franski evnafrøðingurin Marcelin Berthelot: »um hundrað ár fer menniskjað við vísindaligu framtøkum sínum í alis- og evnafrøði at vita, hvat atomið er. Eg eri sannførdur um, at tá ið vísindafólk eru komin hagartil, so fer Gud at koma niður á jørðina við lyklum sínum og siga við mannaættina: »Mínir harrar, nú er afturlatingartíð«.
Alt meðan heimsins mætastu menn ferðaðust úr einum landi í annað til tessa at fáa heimsins lond at seta í verk tiltøk til tess at steðga verandi veðurlagsbroytingum er ein fíggjar- og búskaparkreppa á veg og tykist hon raka flestu av heimins londum.
USA og Ísland tykjast vera harðast rakt.
Serstakliga Ísland keypti og stovnsetti eitt ótal av bankum og forrætningum í einum landi fyri og øðrum eftir. Eingin skilti hetta, og menn roknaðu við, at hetta fór at koma aftur um brekku í dýrum dómi. Og so var. Nú er synd í íslendingum.
Ongatíð havi eg hildið tað vera sunt, at arbeiða soleiðis við læntum peningi við at keypa partabrøv, har menn kunnu vinna milliónir eftir einum degi, meðan aðrir kunnu missa milliónir somuleiðis eftir einum degi.
Eg haldi ikki, at hetta er gott. Ongatíð havi eg sett pening í keyp av partabrøvum við tí fyri eyga at gerast ríkur á henda hátt. Eg havi altíð hildið, at best er at vera nøgdur, um ein hevur nokk til dagsins breyð. Bíbilsku orðini »i dit ansigts sved skal du æde dit brød« mugu vera frægastu hyggjuráðini í hesum heimi.
Úttalilsi frá búskaparfrøðingum um, at tað einans er ein fíggjarkreppa og ikki nøkur búskaparkreppa, sum er ávegis til flestu av heimsins londum, kann kjakast um. Mín hugsan er tann, at eingin veit enn, hvussu umfatandi kreppan verður, tí tað hendir nakað nýtt hvønn einasta dag. So seint sum fyri 2-3 døgum síðani hoyrdist, at ein stórur franskur banki hevði mist millum 4 og 5 milliardir kr. Og tann pástandur, at íslendska kreppan ikki kemur at fáa fylgir fyri Føroyar, gevi eg lítið fyri.
Annars fari eg at takka donsku stjórnini fyri, at trygdarnet er spent fyri allan innskotspening í føroyskum peningastovnum.
Tað er ein ávísur tryggleiki at vera saman við einum størri landi. Tað sóu vit eisini undir kreppuni í nítiárunum, tá øll tann føroyska uttanlandsskuldin uppá fleiri milliardir varð umbýtt við eitt danskt statslán uppá 20 ár við 5% í rentu. Harumframt fingu føroyingar goldið 900 milliónir kr. í samband við umbýti av Føroya Banka.
Eisini vórðu 500 milliónir kr. fastfrystar og skuldu føroyingar einans gjalda henda pening, um olja varð funnin við Føroyar.