Ein altjóða messa á altjóða støði

- Hetta er kanska eitt høgt mál at seta sær. Men vit vilja gera alt fyri, at henda messan skal verða á altjóða støði, sigur Dánial Petur Hansen.

Hann er stjóri í fyritøkuni Fair, sum komandi ár skipar fyri stóru fiskivinnumessuni Fish Fair 2007 í Havn. Væntandi koma fleiri hundrað umboð úr eini 20 londum á stevnuna.

 
 
 
- Vit halda tað vera rætt at vit í Føroyum skipa fyri eini slíkari fiskivinnumessu, sigur høvuðsfyriskiparin av Fish Fair.
Hetta er fjórðu ferð at ein slík messa verður fyriskipað her, og hetta er samstundis tann mest fjølbroytta og víttfevnda messan av slíkum slagi á føroyskari jørð.
Undirtøkan fyri messuni hevur verið alsamt vaksandi. Í fjør vóru sostatt eini 11.000 fólk á vitjan teir dagarnar messan vardi. Hetta var eisini ein munandi øking í mun til undanfarnar messur.
Messan komandi ár verður somuleiðis munandi útbygd. Meðan hon áður bert hevur verið í eini høll á Sandvíkarhjalli, verður ein partur av messuni hildin í Vágsbotni.
Umframt sjálva messuna og tiltøkini í Vágsbotni verður eisini ein ráðstevna hildin við fyrilestrum og øðrum áhugaverdum framløgum hjá framsýnarunum.
 
Hørð kapping
Hóast meiri enn hálvt ár er eftir til Fish Fair verður aftur er líkt til, at stórur áhugi er fyri hesi messuni.
Á messuni í fjør vóru 300 framsýnarar úr íalt 19 tjóðum. Av framsýnarunum var helmingurin  føroyskur, sum her høvdu møguleika at vísa fram sínar vørur, tænastur og møguleikar fyri teimum íalt 11.000 fólkunum sum vitjaðu messuna.
Longu nú er greitt, at flestu teirra sum vóru á seinastu messuni verða við aftur næstu ferð. Hetta skuldi verið besta tekin um, at tær føroysku og tær útlendsku fyritøkurnar fáa nakað burtur úr hesi messuni.
- Okkara vón er sjálvandi at komandi messan verður enn størri  og betri!  enn tann undanfarna, sigur Dánial Petur.
Føroyska messan er í harðari kapping við líknandi messur í grannalondum okkara. Men kortini tykist sera stórur áhugi vera uttanlands fyri teirri føroysku.
Fyriskipararnir av messuni uppliva nevniliga, at útlendskar fyritøkur halda Føroyar vera eitt spennandi øki: Her hendir so nógv, bæði tá talan er um fiskivinnu, skipasmíð og menning av sjóvinnuni.
Gongst sum ætlað verður tann nýggi báturin, sum er í gerð á Tórshavnar Skipasmiðju liðugur um somu tíð.
 
Eitt vindeyga úteftir
At ein slík messa og ráðstevna verður í Føroyum fer í fyrstu atløgu at hava týdning fyri tær fyritøkurnar, sum á einhvønn hátt hava við fiskivinnu á sjógvi og landi at gera.
Her er talan um so ymiskar fyritøkur sum skipasmiðjur, fyritøkur sum framleiða lemmar, snellur og ekkolodd, og fyritøkur sum hava við fígging, trygging og veiting av ymiskum tænastum og vørum til fiskivinnuna.
Við framsýningum sínum hava tær størru fyritøkurnar eitt vindeyga úteftir við framleiðslum sínum. Men eisini tær smærru fyritøkurnar hava ein møguleika í hesum sambandi.
- Tær smærru fyritøkurnar hava líkasum ikki fíggjarliga orku at luttaka á messum uttanlands. Men her er so ein møguleiki hjá teimum at gera vart við seg í altjóða høpi, sigur Dánial Petur Hansen.
Í ávísum førum kann ein føroysk fyritøka kanska gera ein einstakan og góðan handil á eini slíkari messu. Hetta ger so sítt til at framsýnarin fær fyri útreiðslurnar av luttøkuni.
Oftast er tað helst meiri so, at tveir partar knýta vinnulig sambond, sum so líðandi menna seg til ítøkiligar ordrar í eftirtíðini.
Hinvegin so vinnur føroyska samfelagið eisini væl av peningi burtur úr eini slíkari messu, til dømis innan ferðing, gisting, farm og flutning.
- Her er kanska talan um einar 10 mió. í útlendskum kapitali í avleiddum virksemi. Men so kemur alt tað aftrat, sum føroysku fyritøkurnar selja av sínum vørum og tænastum.
- Út frá hesum trúgvi eg, at ein slík messa hevur stóran týdning fyri føroyska fiskivinnu. Og eg meti tí eisini, at henda messan er komin fyri at vera, sigur stjórin í Fair.

 
Tann besta messan
Tá Fish Fair fór av bakkastokki fyri fimm árum síðani, vildi onkur kanska halda at her var talan um eitt rættiliga stórt tak hjá føroyingum.
Eftirtíðin hevur kortini prógvað, at tað var ein røtt avgerð at taka, tí henda messan er bara økt síðani, bæði í stødd, framsýnarum og tilboðum til tey vitjandi.
Stevnan varð hildin í mai mánaði í fjør, og var sera væl undirtikin av fólki. Og tá stevnan letur upp í mai mánaði næsta ár vóna teir somu undirtøkuna.
Ætlanin er at henda messan og ráðstevnan skal vera ein altjóða messa á altjóða støði.
Hetta er eitt høgt mál at seta sær, men kortini eitt mál sum til ber at røkka:
- Eg tori longu nú at lova, at henda stevnan verður tann størsta  og tann besta, sigur ein bjartskygdur Dánial Petur Hansen.
 


FAKTA
 
Fisk Fair 2007
Tíð: 3. til 5. mai 2007
Staður: Á Sandvíkarhjalli og í Vágsbotni
Skráin: Framsýning, ráðstevna og óformellar samrøður
Endamál: At menna føroysku fiskivinnuna og beinleiðis avleitt virksemi av henni her á landi og mótvegis umheiminum
Framsýning: Ein 5.000 fermetrar stór høll við omanfyri 300 framsýnarum. Helmingurin eru føroyskar fyritøkur