Ein asosial ætlan

Orðaskiftini í Fimmaranum og Krosskasti um komandi eftirlønarskipana prógvaðu til fulnar tað, sum skrivað er á hesum stað um ta ætlaðu eftirlønarskipanian. Hon er ikki samhaldsføst, hon vendir "tann tunfga endan niðureftir", hon verður ógvuliga ymisk frá einum vinnubólki til ein annan og harafturat verður hon torført at fremja fyri allan arbeiðsmarknaðin.

Um ætlaðu skipanina skal í stuttum sigast, at hon byggir á avtalur á arbeiðsmarknaðinum. Tað merkir, at fakfeløg og arbeiðsgevarar skulu samráðast seg um eitt ávíst prosenttal, sum verður sett í eina eftirlønarskipan. Landsstýrið hevur sett sær sum mál, at eftirlønarinngjaldið skal koma upp í 10 prosent. Tað er kortini ikki so nógv. Tí sambært greiðu frágreiðingini hjá Tummasi Eliassen, stjóra í Lív, skal eftirlønarinngjaldið upp í eini 15 prosent, um tað skal vera nøgtandi og hava eftirløn til eftirsitandi, avlamistryggig o.a.


Frammaundan hav nógv fakfeløg eftirlønarskipanir, og nøkur prosent verða goldin inn í eftargjaldið, men øll fakfeløg vita, hvussu torført tað hevur verið at fáa hetta gjaldið hækkað. Vit kunnu taka Starvsmannafelagið sum dømi. Skjøtul varð settur á skipanina í 1985, men hon er framvegis ikki komin meiri enn upp í 5,5 prosent, og tá fara bara trý prosent til eftirløn.


Við tað, at tað hevur verið torført at fáa hækkað inngjaldið, og inngjaldið til Samhaldsfasta heldur ikki er hækkað, er hava alt fleiri løntakarar teknað sær sínar egnu eftirlønartryggingar. Annaðhvørt í Lív ella sum kapitaltryggingar í peningastovununum. Hesar hava tann skattafyrimun, at upphæddin kann dragast frá í inntøku. Tó í mesta lagi 30.000 krónur um árið. Men sambært nýggja uppskotinum skal inngjaldið verða óavmarkað. Tað merkir, at forvinnur tú nógv, ella eigur nógv, kanst tú bara seta nógv inn, og spara tær til ein stóran skattafyrimun. Henda skattalættan skulu so lág- og meðalinntøkurnar, sum ikki hava ráð til at gjalda seg niður í skatti, rinda. V.ø.o. vendir skipanin tann tunga endan niður.


Taldømini, sum eru komin fram, eru alt annað enn tiltalandi. Harafturat verða tey, sum forvinnan lítið ella einki, við sviðusoð, tí einki prógv er fyri, at tann samhaldsfasta fólkapensjónin fer at hækka í nóg stóran mun. Orðaskiftið hevur greitt víst, at ætlaða skipanin er ikki samhaldsføst, og verður torførari at fáa í lag og dýrari at umsita enn Samhaldsfasti er. Um Samhaldsfasti fekk ábøtur og inngjaldið hækkaði, hevði tað verið tann besta og bíligasta skipanin øllum Føroya fólki at gagni - og ikki bara einum parti. Spell, at Fólkaflokkurin fekk bæði Sjálvstýrisflokkin og Tjóðveldisflokkin í leypin hjá sær.