Japansku bilarnir, sum komu til Evropa í 60-unum, settu heilt nýggjan standard fyri slitstyrki og kvaliteti og kollveltu bilaframleiðsluna í øllum Vesturheiminum. Eitt av hesum bilmerkjum var Toyota, sum skjótt verða heimsins størstu bilframleiðarar, um núverandi gongdin heldur áfram.
Stovnari av Toyota var japanarin Kiichiro Toyoda, sum í 1935 varð klárur við fyrsta konseptbilinum, einum Toyoda A1 við 3.0 litur 6 syl. motori við 65 hk. Í 1936 var navnið broytt frá Toyoda til Toyota, og 28. august 1937 varð Toyota Motor Company stovnað.
Toyota komu fyrstu ferð til Evropa í august 1963, tá danski importørurin, Erla Auto Import í Valby, tók ímóti teimum fyrstu Toyota Crown. Sama árið komu teir til Føroyar umboðaðir av Rósing Rasmussen í Runavík.
Umframt Toyota Crown komu eisini Toyota Corona og í 1966 komu fyrstu Toyota Corolla á marknaðin við 1,1 litur 4 syl. motor við 60 hk.
Tað var skjótt, at Toyota bilarnir byrjaðu at síggjast aftur í ferðsluni á føroysku vegunum, og við tíðini hendi tað sama um allan heim.
Tað sum eyðkendi hesar fullkomiliga ókendu bilarnar tá, var hvussu væl teir vóru gjørdir. Hetta vóru bilar, har alt bara virkaði. Teir vóru slitsterkir og álítandi og koyrdu í áravís uttan nakrar serligar umvælingar uttan teir vanligu slitlutirnir.
Toyota Corolla gjørdust nakrir av heimsins mest seldu bilum, teir hava verið gjørdir í nógvum ymiskum modellum og útgávum, bæði sum hatchback, sedan, coupé og sum stationcar.
Í dag er Corolla er ein eftirspurd dygdarvøra. Ein bilur sum ikki verður seldur upp á prís, men upp á at hann er ein rakstrartryggur og álítandi kvalitetsbilur við góðum brúktbilaprísi.
Einaferð í 70-unum hevði ein av stóru amerikonsku bilverksmiðjunum stórar trupulleikar við kvalitetunum á sínum bilum. Tá hendi tað, at øll framleiðslan varð steðgað, og ein Toyota Corolla var tikin inn á verksmiðjuna, har hann varð sýndur fram sum skúladømi um ein kvalitetsbil. Eftir tað broyttist hugburðurin á verksmiðjuni, og kvaliteturin bleiv í ordan.
Síðan Corolla fyrstu ferð komu á marknaðin í september 1966, eru teir seldir í úti við 32. milliónir eindum. Um árskiftið fara Corolla hatchback at skifta navn til Toyota Auris, meðan sedan útgávan framvegis kemur at eita Corolla.
Reyni Service hava umboða Toyota síðan 1980, og koma teir at gera nakað burtur úr at Corolla nú hava verið 40 ár á marknaðinum.
mg