Ein av seks flytingum var brot á lógina

Ein av seks flytingum av veiðiloyvum hevur verið brot á lógina um vinnuligan fiskiskap. Tað sigur Høgni Hoydal í svari uppá ein §52 spurning, sum Bjørn Kalsø hevur sett landsstýrismanninum.

 

Millum annað spyr Bjørn Kalsø hvussu nógvar flytingar hava verið brot á lógina. Sambært svarinum er tað einans flytingin frá Helenu yvir á Slættaberg, sum hevur verið brot á lógina, tí í tí førinum er talan um eina øking í veiðiorkuni, tí Slættaberg hevur størri orku enn línuskipið Helena. Tað er ikki loyvt eftir lógini um vinnuligan fiskiskap.

 

Sí svar frá Høgna Hoydal til Bjørn Kalsø.