Nú skal tað verða loyvt at selja grind í handlum og á matstovum. Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum. Tí fer hann nú at broyta reglurnar, so at tað verður loyvt. Tað er kunngerðin um heimaframleiðslu, sum skal broytast so at hon eisini fevnir um tvøst og spik. Í løtuni fevnir hon bara um seyðakjøt og annað kjøt, men ikki um grind.
Helgi Abrahamsen sigur, at hann er fullgreiður yvir, at onkuntíð er tvøst og spik at fáa í handlum, men í roynd og veru er tað ikki loyvt. Men nú verður tað so formliga viðurkent, at grind er handilsvøra og kann verða seld í handlum og á matstovum
Landsstýrismaðurin sigur, at hann hevur lagt spurningin fyri Landsstýrið fyri at vita um undirtøka er fyri tí. Og hann sigur, at hetta er eitt mál, Landsstýrið tekur undir við, so tað nú fer hann at seta sjøtul á arbeiðið at broyta kunngerðina.
Tað verður ofta ført fram, at tá ið útlendingar finnast at okkum fyri at drepa grind, er tað eitt av okkara sterkastu kortum ímóti teimum, at grind er ikki søluvøra, men er ókeypis føði hjá fólki.
Helgi Abrahamsen sigur, at hann hevur verið í samband tey í Landsstýrinum, sum hava til uppgávu at verja okkara grindadráp ímóti ágangi uttanlands. Og haðani hevur hann fingið greitt at vita, at tað er ikki eitt argument hjá føroyingum, at grind er ikki søluvøra.
Tískil sigur hann, at tað er ikki í mótstríð við føroysku grundgevingarnar fyri grindadrápi, at grind verður ikki seld.
Trýst annars á pílin undir myndini og hoyr landsstýrismannin greiða frá í útvarpinum á FM1
Hetta er annars ein spurnngur, sum mangan hevur verið frammi i Føroyum.
LES MEIRI HER: Skal grind seljast í handlum ella ikki
https://www.in.fo/news-detail/news/einasti-moeguleiki-hja-nogvum-at-faa-grind/?no_cache=1LES MEIRI HER: Einasti møguleiki hjá nógvum at fáa grind
https://www.in.fo/news-detail/news/vit-sleppa-ikki-undan-at-grind-verdur-seld/?no_cache=1LES MEIRI HER: Vit sleppa ikki undan at grind verður seld