Ein avtala í samgongu kann beina fyri heilum veiðihættum

Avtalan í samgonguni um at strika stuðulin til at endurnýggja fiskiflotan fyri, kann føra til álvarsligar broytingar í fiskivinnuni, sigur Fiskimannafelagið

? Í síðsta enda kann avtalan ímillum samgonguflokkarnar føra til, at ávís fiskasløg als ikki verða fiskað.

Tað er Fiskimannafelag Fiskimannafelag, sum finst at avtaluni, sum herfyri varð gjørd ímillum teir tríggjar samgonguflokkarnar, fólkaflokkin, sjálvstýrisflokkin og Tjóðveldisflokkin um stuðul til at endurnýggja fiskiflotan fyri.

Afturfyri at strika stuðulin, skal tað vera púra frítt at handla við fiskidøgum ímillum skipini í feskfiskaflotanum. Tó skuldi útróðrarflotin verða friðaður.

Á ársfundinum hjá fiskimannafelagnum Fiskimannafelagnum í Havn á ársins triðseinasta degi, segði Óli Jacobsen, formaður, at avtalan um at strika játtanina til at endurnýggja fiskiflotan fyri, kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri fiskiskapin.


Kann vera skilagott

Óli Jacobsen segði, at higartil hava vit havt eitt ávíst frælsi til at keypa og selja fiskidagar, men bara ímillum skipini í hvørjum bólki sær.

? Og tað kann saktans vera skilagott. Tí, eitt nú, má tað verða meiri lønandi at hava tvey skip við 300 fiskidøgum í part, heldur enn at hava trý skip við 200 fiskidøgum í part.

Hann sigur, at undantikið útróðrarflotan, eru tað tríggir høvuðsbólkar av skipum, sum fiska botnfisk, nevniliga partrolarar, djúpvatnstrolarar og línuskip.

Partrolararnir fiska fyrst og fremst upsa á teimum innaru leiðunum.

Djúpvatnstrolararnir fiska fyrst og fremst kongafisk, svartkalva og blálongu, o.a., á ytru leiðunum.

Línuskipini fiska mest tosk og hýsu, men hava eiini vanliga vanliga fiskað ta brosmu og longu, sum fæst undir Føroyum.

Óli Jacobsen sigur, at hetta merkir, at skip hava mestsum lagt seg eftir hvør sínum øki á ein slíkan hátt, at øll fiskasløg verða skilagott troytt við einum hampiliga jøvnum trýstið á grunnarnar.


Einki mark

Óli Jacobsen sigur, at sum tað skilst, skal nú onki mark verða fyri, rættindunum at keypa og selja fiskidagar.

? Hetta merkir, at partrolarar kunnu eitt nú keypa rættindi frá línubátunum.

? Og tað merkir, at hvørki brosman ella longan verða fiskað.

? Hetta merkir eisini, at línuskip kunnu keypa dagarnar hjá partrolarunum.

? Men hendir tað, verður upsin ikki fiskaður, samstundis, sum trýstið økist á toskin.

? Tað kann eisini merkja, at djúpvatnstrolarar kunnu keypa partrolarar ella línuskip.

? Men hendir tað, verður kongafiskurin ikki fiskaður, samstundis sum trýstið á toskin, hýsuna og upsan, herðist.

Óli Jacobsen sigur, at vit hava longu fingið eina ábending um, avleiðingarnar av eini slæikari skipan.

? Herfyri gav landsstýrið djúpvatnstrolarunum loyvi til at fiska tosk og hýsu á innaru leiðunum.

? Hetta hevur skapað virkjunum trupulleikar at røkja marknaðirnar fyri tann fiskin, sum vanliga verður fiskaður á djúpum vatni.

? Hendan nýgja avtalan kann skapa heilt álvársligar broytingar í fiskivinnumynstrinum og kann í seinasta enda beina fyri heilum fiskihættum, segði Óli Jacobsen í ársfrágreiðing síni á ársfundinum hjá Fiskimannafelagnum.


Einki uttan lótir

Óli Jacobsen sigur, at tað er eitt lætt og einfalt sjónarmið at siga, at fiskivinnan skal ikki fáa nakran sum helst studning, hvørki til rakstur ella til endurnýgging.

? Men so einfaldur er veruleikin ikki, tí tørvurin er nevniliga ymiskur, sigur felagsformaðurin.

? Og tað er ongin ivi um, at tørvurin er størstur hjá feskfiskaflotanum undir Føroyum, sum vanliga hevur havt tey vánaligastu, fíggjarligu úrslitini.

Orsøkin til tað, er tann einfalda, at hesi skip eru noydd til at avreiða fiskin óvirkaðan, fyrst og fremst til virkini á landi. Hetta er heilt greitt meiri ólønandi enn at virka fiskin umborð. ? Og eingin kann vænta, at ein vinna, kann megna at endurnýggja seg sjálva, við eini slíkari avmarking.

Óli Jacobsen segði, at tá ið nú vinnan skuldi vera so fræls, sum tað tykist at hon skal vera, so eigur fiskivinnan eisini at vera veruliga fræls.

? Tí eiga reiðarar at sleppa at byggja skip, sum geva besta møguleika fyri einum fíggjarligum avkasti. ? Og tí eiga bannið ímóti at virka fisk umborð á skipunum, at verða tikið av.

Óli Jacobsen sigur, at verður hetta ikki gjørt, er alt prát um at vinnan skal endurnýggja seg sjálva, einki uttan lótir.