Elin N. W. Tausen
----
“Hvat manglar í Tórshavnar kommunu?“, var ein av spurningum, eg fekk, tá eg boðaði frá, at eg hevði valt at bjóða meg fram sum valevni á lista E til býráðsvalið. Og ja, hvat manglar, tí eg eri samd í at Tórshavnar kommuna er ein góð kommuna at búgva í. Men vit kunnu altíð gera tingini betri og øðrvísi!
Tórshavnar kommuna fyri øll:
Tórshavnar Kommuna skal vera ein kommuna, har tað er pláss fyri øllum sløgum av fólkum og familjum, einligum, eldri, ríkum og fátækum. Í dag er bústaðarkostnaðurin ein forðing fyri at øll kunnu seta búgv í Tórshavnar kommunu. Hugsa vit um fólkavøkstur í kommununi, mugu aðrir alternativir bústaðarmøguleikar fáast til vega. Tað skal vera møguligt hjá lágløntum at seta føtur undir egið borð í Tórshavnar Kommunu.
Børnini – framtíð okkara:
Hugsanin um dagstovnaøkið skal flytast frá hugsanini, at dagstovnaøkið er eitt barnaanisngartilboð til foreldrini, til hugsanina, at dagstovnaøkið er eitt dygdargott og innihaldsríkt menningartilboð til børnini. Tá fer raðfestingin á økinum eisini at broytast! Børnini eru okkara framtíðar borgarar, og vit vilja geva teimum eitt trygt og avbjóðandi umhvørvi, har tey kunnu mennast í at gerast tann besta útgávan av sær sjálvum.
Eitt livandi og skapandi umhvørvi:
Framtíðin krevur av okkum - um vit skulu verða verandi á hesum oyggjum - at vit menna okkara nýhugsni og kreativitiet, soleiðis, at vit hava møguleikar at skapa okkum nýggjar vinnur, eftirsum umstøður og samfelag broytast. Hetta krevur, at vit hava borgarar, sum hava ment síni kreativu evnir. Uppgávan liggur í at skapa eitt umhvørvi, har tónleikur, list og aðrir úttryksformar koma til sín rætt og fái loyvi at mennast.
Eg vil fegin vera ein býráðslimur, sum virkar fyri, at Tórshavnar kommuna verður ein kommuna, har menning, vælferð og trivnaðurin hjá øllum borgarum er í miðdeplinum.
Vís mær álit við at seta x við Elin N. W. Tausen á lista E tann 13. november.
www.elin-nwt.tk