Tað var í Leirvík, at løgreglan stutt eftir midnátt steðgaði einum bili, har bilførarin varð kannaður fyri rúsevni. Tað vísti seg, at hann var ávirkaður av rúsevnum, og tí varð hann tikin við á Klaksvíkar Sjúkrahús til nærri kanningar.
Umframt rúsevnakoyring verður ungi maðurin eisini skuldsettur fyri at koyra bil uttan førararætt – hevði áður mist koyrikortið og ikki tikið tað aftur, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.