Í 24 ár hava myndugleikarnir í Portugal hildið uppá, at tað var eitt tekniskt brek, sum var atvoldin til, at eitt flogfar við millum annað forsætisráðharranum og verjumálaráðharranum datt niður.
-Vit hava fingið prógv fyri, at onkur hevði lagt spreingievni undir gólvið í stýrihúsinum á flogfarinum, og at har var so mikið av spreingievni, at tað var nóg mikið til at oyðileggja útgerðina og at særa báðar flogskipararnar, segði formaðurin í kanningarnevndini, Nuno Melo, fyrradagin. Samstundis kunngjørdi Paulo Portas, verjumálaráðharri, at málið skal kannast til botns, soleiðis at teir, sum skipaðu fyri, verða revsaðir.
Tann 46 ára gamli forsætisráðharrin, Francisco Sá-Caneiro, var formaður í sosialdemokratiska flokkinum í Portugal og ein sera væl umtóktur politikari. Hann hevði verið forsætisráðharri í umleið eitt ár, tá flogfar hansara datt niður.
Í flogfarinum var eisini danska kvinnan Snu Seidenfaden, sum livdi saman við Sá-Caneiro. Hon var hálvsystir blaðstjóran á Politiken, Tøger Seidenfaden.