Ein dáragerð av Bjarna Djurholm

Tað hevur elvt til ónøgd í samgonguni, at Bjarni Djurholm avskrivar møguleikan at gera flogvøll á Skorðhædd í Eysturoy, longu áðrenn nakrar sum helst kanningar eru gjørdar

Flogvøllur
 
-Hetta er onki minni enn ein gøla.
Alfred Olsen, løgtingsmaður úr sambandsflokkinum, er alt annað enn nøgdur við, at møguleikin at gera flogvøll á Skorðhædd í Eysturoy er avskrivaður.
Í Sosialinum í gjár vistu vit at siga, at Skorðhædd er avskrivað sum pláss at gera nýggjan flogvøll á og tí verða mátitól bara sett upp í Søltuvík og á Glyvursnesi.
Annars hevur Skorðhædd verið nevnt sum eitt av best egnaðu plássum at gera flogvøll á, saman við Søltuvík og Glyvursnesi. Men nú er Skorðhæddin slept, tí fyribils metingar vísa, at hon er ikki hóskandi og sostatt verða heldur ongar kanningar gjørdar har.
- Skorðhædd hevur verið mett sum eitt tað best hóskandi plássið at gera flogvøll á og tí er tað púra óforsvarligt at avskriva hendan møguleikan, áðrenn nakrar sum helst kanningar eru gjørdar,  sigur løgtingsmaðurin.
 
Krevur kanningar á Skorðhædd
Alfred Olsen góðtekur tí ikki uttan víðari, at ongar kanningar skulu gerast á Skorðhædd, akkurát sum í Søltuvík og á Glyvursnesi.
Sum løgtingsmaður úr Sambandsflokkinum, er Alfred Olsen sostatt eisini limur í samgonguni og tí hevur hann ávirkan á málið.
Og tað ávirkanina ætlar hann at brúka.
Tí fer hann at taka málið upp við Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum.
- Sjálvandi skulu kanningar eisini gerast á Skorðhædd og tann spurningin fari eg at taka upp, sigur Alfred Olsen.
Vil landsstýrismaðurin framvegis ikki gera neyðugu kanningarnar á Skorðhædd, er tað ein nýggj støða og so fer Alfred Olsen at taka støðu til ta málið tá.
- Men tað er heilt vist, at tað er eitt mál, sum verður tikið upp, leggur hann dent á.
Hann sigur, at tað er sjálvsagt, at kanningar eisini skulu gerast á Skorðhædd, eins og tær verða gjørdar í Søltuvík og á Glyvursnesi og tað verður hansara krav í hesum sambandi.
 
Ein dáragerð
Hann staðfestir, at tað er heilt skeivt at útihýsa møguleikanum at gera flogvøll á Skorðhædd, áðrenn nakrar kanningar eru gjørdar, sigur hann.
- Skulu vit gera nýggjan flogvøll í Føroyum, skal hann sjálvandi byggjast har hann liggur best. Og hvar hann liggur best, kunnu vit ikki vita nakað um, fyrrenn vit kanna allar møguleikar.
- Tí er tað ein dáragerð av Bjarna Djurholm at avskriva møguleikan at gera flogvøll á Skorðhædd, fyrenn umstøðurnar eru kannaðar.    
Somuleiðis heldur Alfred Olsen heldur ikki, at vit kunnu lata tað upp í hendurnar á útlendskum ráðgevarum einsamallum at gera av, hvar í Føroyum, flogvøllur skal gerast.
- Umframt tekniskar ráðgevarar, skulu vit eisini hoyra, hvat bæði flogskiparar og annars øll, sum hava við flúgving í Føroyum at gera, halda um spurningin.
Hinvegin vísir hann á, flogskiparar, sum hava flogið upp á Føroyar, hava áður víst á, at Skorðhædd var besta pláss til framtíðar flogvøll, tí Søltuvík var so avsíðis.
Hann vísir á, at verður undirsjóvartunnil gjørdur í Sandoy, er tann forðingin sjálvsagt burtur, men tá ið Skorðhædd hevur verið so frammaliga, má hesin møguleikin sjálvandi kannast.
- Men vit mugu eisini ansa eftir, at vit ikki gera ein nýggjan flogvøll, sum hevur somu trupulleikar við mjørka, sum vøllurin í Vágum hevur, so at ikki báðir vøllirnir verða fjaldir í mjørka ísenn.
Alfred Olsen er eisini misnøgdir við, at Skorðhæddin verður avkskrivað frammanundan, uttan at politiski myndugleikin hevur fingið nakað sum helst høvi at siga sína hugsan.
- Tí skal Skorðhæddin eisini kannast. Tá ið so allir møguleikar eru kannaðir, skal vøllurin leggjast har úrslitið av kanningunum vísir, at hann liggur best, sigur Alfred Olsen.