Fyrri hálvleikur í dystinum millum 07 Vestur og EB/Streym á Dungasandi í Sørvági í dag gjørdist ein sonn marra fyri 07 Vestur.
EB/Streymur vann 3-0, og teir høvdu skorað øll málini áðrenn 40 minuttir vóru farnir av dystinum.
Hetta harmast høvuðsvenjarin hjá 07 Vestur, Pauli Poulsen um. Hann heldur, at hansara menn byrjaðu væl leikliga, men gjørdu nøkur keðilig mistøk, ið førdu til tey trý málini hjá EB/Streymi.
Komandi uppgávan hjá 07 Vestur eitur NSÍ við Løkin í Runavík, men Pauli Poulsen slær fast, at ofta er tað so, at tá minst verður væntað av einum liði, so slær hetta liðið til.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við Paula Poulsen fyrr í kvøld.
Samrøðan Rás2 gjørdi við Heðin Askham, høvuðsvenjara hjá EB/Streymi kann hoyrast HER