Ein dagin mín sál var so vetrarstird, eg gekk mær mót havinum vestur....

Arnfinnur Thomassen

Soleiðis tekur Jákup Dahl, slóðbrótarin mikli, til í kenda Tjaldurssanginum.
Sum so mong onnur ? báði fyrr og nú ? var prósturin um várið 1907 farin ein túr vestur á Vágseiðið. Heilsubót fyri likam og sál ein dimman várdag...
Síðan er mangt hent ? til tað betra. Gøta er komin um Vatnið, benkur eru settir soleiðis, at fólk kunnu bukka beinini, njóta natúruna..og hvør veit, kanska ein sjáldsamur fuglur úr fjarum útlondum er millumlendur á einum kørgum oyggjarvatni.
Nú ljóðar, at skúlabyggingin á hesum natúruvakra staði skal støðgast!?
Nýbygging skal byrja í Hovi um nakrar tímar, dagar ella vikur!!!!!!!!???????
Vælsignaðir!, Tingmenn og landsstýrismenn! Vaknið!
Latið ikki ta skomm koma yvir tykkum ? og okkum øll ? at eitt gapandi hol í Gjógvarábøi fer at verða minnisvarðin yvir samgonguna, sum m.a. segði seg hava sum endamál at gera okkurt við neyðina og elendigheitina í Suðuroynni!
"Ì hesi sælu sparitíð" - Hava okur ráð at brúka milliónir at fylla uppí aftur eitt hol?
Latið ikki skúlamálið í Suðuroynni enda sum hjá Heðíni Brú. Tá ið Niklas Niklái kom aftur til bygdar, var hann "uppaftur lurvutari enn áður"!
Byggið fyri Guds skyld miðnámsskúlan har sum grivið er út ? til okkara nýggja og fantastiska, føroyska Suðuroyar framtíðarskúla!
Vilja mentamálaráðharrin og fleiri við honum hava ein depil, so gerið hann har!
Har er ovmikið av natúruvøkrum plássi!
At fara um kommunumark má eisini galda, tá ið tað ber suðuryvir!
Og er tunnilin til Ørðavíkar komin, so er talan um einar 10-20 minuttir! (Álvaratos!?)
Og ungdómur hjá okkum, sum er flogin fjórðingar av landinum at smíða!
- Ein íløga, stór 50 milliónir, í svartastu arbeiðisloysistíð, okur vita um!
(Annars haldi eg, at Mentamálaráðið eigur at bróta upp úr nýggjum og byggja ein eftirskúla í Hovi??? Føroyskur ungdómur í hópatali fer av landinum á eftirskúla!!)
Fyri ein ordans skyld má eg leggja afturat, at tá ið kommunurnar í Suðuroynni
og Føroya Landsstýrið hava tosað seg til rættis um, hvør skal gjalda fyri ellis-
og røktarheim í Vági, eru okur øll farin undir grønu torvu...
(Har sigst ferðslan vera nokk so deydlig!)
Setið fyri Guds sakir miðnámsskúlabyggingina í gongd NÚ!
Arbeiði verður til nógvar hendur - Suðuroynni og Føroyum til frama!

...So skal tað kennast um landið alt,
tað tekur at sumra umsíðir...