Ein dripin tá pallur small saman

Ein persónur doyði og trý vóru særd, tá ið ein partur av einum palli small saman áðrenn eina konsert við rokkbólkinum Radiohead í Kanada.

 

Ólukkan hendi tá ið ljóðroyndir vóru áðrenn konsertina, sum skuldi vera leygarkvøldið í Downsview Park í Toronto. Løgreglan sigur, at eingin úr bólkinum hevur fingið skaða, tí teir vóru ikki á pallinum tá.

 

- Orsakað av óvæntaðum hendingum er konsertin í kvøld avlýst, skrivar bólkurin á teirra Twitter síðu.

 

Sambært løgregluni vóru áleið 20 fólk í gongd við at fyrireika konsertina tætt við pallin, tá ið hann small saman. Sjúkrabilurin kom á staðið, og økið varð ruddað fyri fólki.

 

Tey, sum stóðu tætt við pallin siga við útlendskar miðlar, at tað ljóðaði mest sum fýrverk, tá ið pallurin small.

 

Áleið 40.000 fólk høvdu keypt atgongumerki til konsertina við Radiohead, sum júst nú eru á rundferð.

 

Hetta veit eb.dk í dag.