Ein einastandandi møguleiki

Magni Arge metir, at lutakastið og góðu úrslitini hjá føroyska fótbóltslandsliðnum hava givið ferðavinnuni ein einastandandi møguleika, sum kanska kann enda við einum gjøgnumbroti á týska ferðavinnumarknaðinum

HANNOVER: Tað hevur verið sagt fleiri ferðir, at lutakastið hjá føroyska landsliðnum, nú teir komu í bólki saman við Týsklandi, var eitt hitt størsta, sum kundi henda fyri Føroyar. Ikki bara føroyskan fótbólt men eisini fyri eitt nú ferðavinnuna, sum við hesum hevur fingið ein einastandandi møguleika at markerað seg í útlendskum miðlum.

Megna ikki einsamøll
Tí var tað kanska ikki óvæntað, at ein av áskoðarunum á hesi ferðini, var stjórin í Atlantic Airways, Magni Arge, og hann var eisini til staðar undir venjingunum hjá landsliðnum mánamorgunin.
Lítið vistu tykkara útsendu tá um, at Magni dagin eftir skuldi undirskriva nýggja sponsoravtalu við FSF, men vit settu honum tó spurningin, hvønn týdning hann metti lutakastið hava fyri ferðavinnuna.
- Tað er einki at ivast í, at hetta kann koma at fáa heilt stóran týdning fyri ferðavinnuna. Týskland er jú ein risastórur marknaður ? ja, kanska tann størsti í Europa, og tað hevur so ongan tíð eydnast okkum at bitið okkum fastan á hendan marknaðin.
- Vit hava ígjøgnum fleiri ár havt gott samband við týskar túr-operatørar, men hetta er ikki nóg. Teir hava eisini biðið okkum um at gjørt eitt rættiligt átak her í Týsklandi, so fólkini fáa eyguni upp fyri Føroyum. Fyrsta treytin, fyri at fólk skulu ferðast til eitt land, er jú, at tey skulu vita, hvat og hvar landið er, og hetta hevur verið trupult.

Fleiri heppin samanføll
Men tað er ikki bara sjálvt lutakastið, sum hevur opnað dyrnar á týska marknaðinum, heldur Magni Arge. Tað eru fleiri lutir enn tann eini, sum samanlagt geva eitt gott úrslit.
- Sjálvandi var tað gott, at Týskland kom í okkara bólk, men tað hevði í so máta eisini stóran týdning, at vit fingu Skotland, sum jú hevur týskan venjara, í okkara bólk.
- Tá Føroyar og Skotland spældu, var eitt nú ein heil opna í Bild, sum partvíst viðgjørdi dystin á Svangaskarði, meðan hin parturin var ein sera positiv grein um Føroyar. At fáa slíka reklamu í einum av størstu bløðunum í Europa er heilt einastandandi, og eg trúgvi neyvan, at lýsingarvirðið av hesum kundi verið gjørt upp í pengum.
- Og so eru tað sjálvandi eisini úrslitini. Vit hava longu merkt, at góða avrikið móti Skotlandi, sum veruliga vakti ans í bæði Skotlandi og Týsklandi, hevur havt eina positiva effekt á søluna hjá okkum. Áhugin fyri dystinum mikukvøldið er eisini fleirfaldaður eftir skotlandsdystin, og tí er tað eisini avgerandi, at úrslitini eru góð.
- Tú kanst siga tað so, at lutakastið hevur givið okkum ein einastandandi møguleika, og eru úrslitini góð, verður hesin møguleikin fleirfaldaður, og eg vóni, at hetta samanlagt kann gerast atvoldin til eitt veruligt føroyskt gjøgnumbrot á týska ferðavinnumarknaðinum, sigur Magni Arge at enda.