Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at náttin hevur verið rímiliga friðarlig. Tað var heldur ikki so nógv fólk í býnum í nátt.
Løgreglan var sjónlig í náttlívinum, og tað mesta gekk upp á stás. Men, tá fólk er í býnum, er sjáldan, at einki er at fara eftir, og soleiðis var eisini í nátt.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at ein ungur maður var heldur ólátaður í býnum. Hann varð tikin inn á støðina at køla seg niður, sum tey plaga at siga.
- Maðurin verður skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar, og fyri hetta fær hann eina bót, sigur løgreglan um samdøgurfrágreiðingina í morgun.