Gullbrandur og liðfelagarnir tóku ikki av í toppuppgerðini

Tað endaði málleyst millum Sandnes ULF og Sotra

Mynd: Sandnes ULF

Seinnapartin var toppuppgerð í triðbestu norsku fótbóltsdeildini á Øster Hus Arena leikvøllinum í Sandnes. 

 

Gullbrandur í Horni Øregaard var aftur liðskipari hjá Sandnes ULF í dag í týðandi uppgerðini móti Sotra. Sandnes hevði nóg mikið av málmøguleikum til at vinna dystin, men Sandnes tók ikki av, og so endaði dysturin við málleysum javnleiki.

 

Sandnes ULF er framvegis fremst í deildini. Teir hava 35 stig fyri 16 dystir. Sotra hevur 34 stig á øðrum plássum. Hevði Sandnes vunnið í dag høvdu teir verið fýra stig frammanfyri Sotra. Jerv hevur 30 stig á triðja plássinum. Líkt er til, at stríðið um uppflytingina stendur millum hesi trý liðini.  10 umfør eru eftir at leika.

 

Nummar eitt flytur beinleiðis upp, meðan næstfremsta liðið má spæla dystir um uppflyting til næstbestu deildina. 

 

Komandi leygardag klokkan 12 spælir Sandnes dyst á útivølli móti Pors. 

 

Mynd: Sandnes ULF