Ein eysturoyingur er versti bilførari í Danmark

Við 22 villum í 25 teorispurningum hevur Elin Christensen ivaleyst Danmarks met í dumping í teoriroynd. Hon kann tí uttan himpr kalla seg versta bilførara í Danmark.

Elin Christensen tapti í gjárkvøldið finaluna í sendingini Danmarks Værste Bilist. Hon varð sostatt útrópt til allar versti bilførari í Danmark. Hetta hóast mótstøðan var Mie úr Roskilde, sum var heilt hopleys handan rórið.

Koyrikortið eitt mistak
Elin er av Skála og fekk koyrikort í Føroyum fyri 31 árum síðan, og tað kundi tykst sum um, hetta var eitt mistak. Í sendingini var hon uppi í teori. Hon hevði 22 felir av 25 møguligum. Umberingin var sambært TV-Danmark: Eg havi tikið koyrikort í Føroyum fyri 31 árum síðan, tá vóru einans sjey skeltir í landinum.
Vit fingu orð á Elina beint aftan á sendingina. Hon segði seg vera væl nøgda við sína luttøku í sendingini: Hetta hevur verið ordiliga stuttligt og ikki minst, eri eg ivaleyst tann, sum hevur fingið mest burtur úr við at gerast betri bilførari. Eg hevði uttan at blunkað valt at luttikið aftur. Eg hevði faktiskt ætlað at keypt sjampanju til í kvøld, men gloymdi tað tíanverri
 
Kliptur veruleiki
Ert tú versti bilførari í Danmark?
Nei, tað haldi eg ikki. Hetta er jú ein undirhaldssending, so man skal ikki leggja meira í tað, enn neyðugt er.
Hyggja vit bara at finaluni, so tapti eg uppiborið til Mie. Men samanumtikið haldi eg, hana vera verri bilførara, enn eg eri. Tað sama er galdandi fyri nummar trý í kappingini og eina damu, sum æt Gitte, sum fór burturúr nøkur umfør áðrenn, hesar tríggjar fingu allar eykatímar frá koyrilærarunum, tað fekk eg ikki.
Vit fingu tíðliga varhugan av, at tey høvdu valt ein vinnara av sendingini Hetta var serliga týðiligt, tá Gitte varð send heim. Í tí partinum skuldu vit koyra á motorvegi. Hon koyrdi skeivt oman í móti motorvegnum, og noyddist at bakka aftur. Hetta er ein nokkso álvarsligur feilur. Men hóast tað, so varð hon send heim. Í sendingini var tað pettið, har Gitte var á veg oman á motorvegin skeivan veg, klipt út. Greiður Elin frá.
Hon sigur, at tá hon valdi at luttakað, so skrivaði hon undir á ein sáttmála, har TV-Danmark fekk rætt at klippa, sum tey vildu. Tí er sendingin ikki øll søgan, og ofta verða tey mest pínligu pettini brúkt. Men samanumtikið, sigur hon seg vera væl nøgda við klippingina.
 
22 villur
Men tú hevði 22 skeivar teorispurningar av 25 møguligum!
Ja, eg veit tað væl - Tað hevur nokk eisini talt nógv niður í samlaða úrslitinum. Tá eg koyri, so kemur alt hatta automatisk. Eg havi ikki hugt í eina teoribók, so tá eg knappiliga skuldi hugsa um alt hatta, so gekk tað ikki so væl.
Nógv er jú broytt síðan eg tók koyrikort fyri 31 árum síðan í Havn. Tá var eg fyrst uppi í teori. Hetta var í desember, tá eg hevði føðingardag. Men tí at hálka var, slapp eg ikki at koyra, so eg fekk ikki koyrikort fyrr enn nakrar mánáðar seinni. Nú á døgum skulu øll á hálkubreyt í sambandi við koyrikortið.
Tá koyrdi man eftir Áarvegnum, oman móti sjómansheiminum og eitt sindur runt har um leiðir í ein hálvan tíma ella so. Tað truplasta var, at man skuldi bakka um eitt horn beint við hjá Amtmanninum. sigur Elin.
 
Skelkaður koyrilærari
Koyrilærarin var einki minnið enn skelkaður av úrslitinum hjá Elini í teoriroyndini. Hann helt, at hetta mundi vera Danmarksmet í dumping. Einans at hava tríggjar rættar spurningar er óftaliga illa klárað av einum, sum hevur koyrikort og koyrir runt á donsku vegunum. Men hóast skelkin fóru koyrilærarin, sjónvarpsverturin og ein psykologur í bilin við Elini handan rórið. Hon koyrdi tey inn í Keypmannahavn ein seinnapart við nógvari ferðslu. Túrurin gekk rættiliga væl, onkrar smávillur vóru tó. Koyrilærarin segði, at hon ikki hevði klárað royndina, um talan var um veruliga koyriroynd, men fyri Elina var hetta í lagi. Hann hevði bert einaferð á túrinum trýst á bremsuna.
Hjá Mie, sum hevði havt 12 feilir í teoriini, gekk koyritúrurin somuleiðis væl.
 
Keypti koyrikortið
Tá avtornaði, var tað Elin, ið fekk ivasama heiðurin sum versti bilførari í Danmark. Elin fekk eitt blómutyssið við trimum klippikortum til buss í.
Vertinnan Lisbeth Janniche keypti síðan koyrikortið frá Elini fyri 10.000 krónir. Fyri at tryggja sær, at Elin ikki koyrdi á donsku vegunum, varð kortið oyðilagt í eini træflismaskinu. Elin royndi at prutta, hon kravdi upprunaliga 100.000 fyri kortið, men Lisbeth Janniche vildi ikki longur upp enn 10.000 kr.
 
Nýtt koyrikort
Elin hevur longu verið á løgreglustøðini og fingið sær eitt nýtt koyrikort. Nýggja kortið kostaði 250 kr. Hon greiðir frá, at tað einans er løgreglan, ið kann taka kortið frá fólki. Tað kann eingin træflismaskina broyta: Eg tjenti 9.750 kr. uppá at selja kortið, so eg klagi ikki. Eg eri vorðin ein nógv betri bilførari enn nakrantíð fyrr av at luttaka í sendingini. Tí fari eg sjálvandi ikki at gevast nú. Fyrr koyrdi eg bara í grannalagnum, men nú tori eg at koyra á motorvegnum og sjálvt inni í Århus, so tað er eitt stórt framstig,. Eg haldi, at eg man vera tann, sum hevur ment seg mest sum bilførara av øllum luttakarunum. sigur hon.
Í sendingini var Elin hjá hypnotisøri fyri at sleppa av við klaustrofobiina og ræðsluna, sum hon hevði fyri at koyra bil. Hetta eydnaðist sera væl, og Elin var glað fyri hesa vitjan. Slík viðger kostar 1400 kr. um tíman, so tað er ikki so galið at fáa ókeypis sigur hon.
 
Praktfull summarfrítíð
Eg minnist meg ikki at hava havt so praktfulla summarfrítíð í nógv ár. Vit búðu í eini luksusíbúð í Keypmannahavn, og fingu enntá góða løn fyri at luttaka. So ger tað minnið, at eg beri hendan tittulin. Hygg tildømis at Mie, hon var næst ringasti bilførari í Danmark, og fekk eitt blómutyssi við trimum klippikortum  Eg fekk 10.000 kr.
 
Stoltur av mammuni
Tað var sonurin Arnhold, ið meldaði mammu sína til Danmarks værste bilist. Hann sigur, at hann ikki hevði væntað, at hon vann og helt sjálvur, at verri bilførarar vóru í sendingini enn hon: Einasta orsøk til, at eg meldaði hana til, var fyri at gera hana ein betri bilførara. Tað eydnaðist, nú koyrir hon sum einki innið í Århus og koyrir á motorvegnum. Hetta hevur verið ein kapping við nógvum truplum uppgávum. Men hon hevur fingið nógv burturúr, so tað eri eg stoltur av, tittulin er einki at vera stoltur av, men hann hevur heldur ikki so nógv at týða sigur Arnhold.
  
Nógv hava ringt úr Føroyum
Nógv fólk hava víst luttøkuni hjá Elini áhuga. Vinir og kenningar úr Føroyum hava ringt og eisini í Hornslet har hon býr, hevur nógv fólk tosað um sendingina. Nógv hava spurt, hví hon luttók, tí tey hildu ikki, hana duga so illa at koyra..
Til dagligt starvast Elin í einum barnagarði, og har hava bæði foreldur og børn fylgt spent við. Í sambandi við luttøkuna í finaluni fingu tey øll kaku ígjár.