Bátastevna
Forkvinnan í VÍF, Jóngerð Nielsen, sigur, at bátastevnan í Vestmanna leygardagin eydnaðist serstakliga væl.
Tá vit prátaðu við hana í morgun, helt hon fyri, at stevnan sum heild kann lýsast við einum orði:
Fantastiskt!
- Veðrið hevur alt at siga á eini slíkari stevnu, og hesaferð vórðu vit so vælsignaði væl góðum veðri.
Jóngerð sigur, at undanfarnu tvey árini vóru tey ikki heppin við veðrinum, og serliga í fjør vóru ring líkindi hjá bátunum, sum stevndu norður á Vestmanna.
- Tá bátafylgið um 14.30-tíðina leygardagin við gamla sluppunganum Ólavi á odda stevndi av Fútakletti og inn á Vestmanna, var veðrið av tí allar fagrasta. Sólin skein, og bert eitt lítið lot var.
Hon sigur, at tey, sum taldu bátarnar, ið stevndu inn á Vestmanna, siga, at hesir vóru millum 210 og 230 í tali.
- Hetta er met gjøgnum tey sjey árini, vit hava skipað fyri bátastevnu.
Jóngerð vísir á, at størsta talið av bátum, tey áður vita um at siga, er 180-190.
- Nú veðrið sá út til at fara at roynast, samstundis sum ætt og streymur vóru til vildar, væntaðu vit nógv fleiri bátar enn undanfarnu tvey árini.
Hon sigur, at fyrireikararnir kortini gjørdust ovfarnir av, at undirtøkan gjørdist so stór.
- Alt teknaði seg væl hesaferð, og vit fingu eina fram úr góða bátastevnu, leggur hon aftrat.
Tað setti eisini sín dám á, at sluppin Jóhanna var við. Sum skilst, var hon farin úr Suðuroy fríggjakvøld, steðgaði á Havnini og kom síðan upp í bátafylgið, sum savnaðist undir Fútakletti á veg inn á Vestmanna, seinnapartin leygardagin.
Væl fyriskipað
Jóngerð sigur, at eftir bátastevnuna seinasta ár skipaði VÍF, sum stendur aftanfyri stevnuna, eina bátastevnunevnd, og hon heldur, at hetta hevur havt sín stóra týdning fyri, at alt gekk upp á stás, sum hon tekur til.
- Ein hópur av fólki hava tikið hond í og hava hjálpt til, har á hevur staðið, bæði undir fyrireikingunum, men eisini undir sjálvari stevnuni, har brúk var fyri nógvum góðum kreftum.
Nú stevnan er løgd aftur um, ynskir forkvinnan í VÍF at takka øllum, sum brúktu tíð og orku upp á, at alt skuldi sampakka.
- Tá teir mongu bátarnir løgdu til bryggju, høvdu vit fólk, sum vegleiddu bátsfólkið um, hvussu bátarnir skuldu liggja, hvar teir fingu landstreym og vatn.
Jóngerð sigur, at tá bátatalið var so stórt, noyddust fleiri bátar úr Vestmanna at liggja Inni á Fjørð, soleiðis at vitjandi bátarnir fingu pláss við brúgvarnar og aðrastaðni.
- Vit royndu at tryggja bryggjuøkið sum best, og her kom stuðulin hjá Reyða Krossi væl við, eins og fólk hjá Vestmanna Sløkkiliði veittu sín stuðul við at halda eyguni við bátum og fólki á bryggjuni.
1200 borðiskar
Eftir at allir bátarnir høvdu lagt til bryggju, varð bjóðað til heita suppu í einum stórum tjaldi á bryggjuøkinum.
Jóngerð Nielsen sigur, at í fyrsta lagi vóru tað bátsfólkini, sum fingu suppu, men onnur, sum vóru á bryggjuni hesa løtu, sluppu eisini at smakka frálíku fesku suppuna.
- Fólk kundu sita bæði í tjaldinum og við borð, sum vit høvdu sett upp uttanfyri tjaldið, og eg haldi, at eini 1200 fólk sluppu at smakka suppuna, sigur forkvinnan í VÍF.
Á bátastevnuni í Vestmanna vóru nógv ymisk tiltøk, sum vit fara at venda aftur til í blaðnum í morgin, tá vit eisini fara at prenta fleiri frálíkar myndir.