Súsanna leggur seg eftir at hava vørur sum eru bundnar eftir føroyskum bindisiði, og at skipa ein góðan felagsskap millum mongu bindikonurnar sum eru knýttar at handlinum.
Hugskotið at lata bindihandil upp kom, tá Súsanna Holm nærkaðist pensjónsaldri.
- Í arbeiðslívinum havi eg altíð verið ein sum setur í verk, tí kendist hetta ikki fremmant. Tað sum er øðrvísi er, at nú geri eg tað í egnari fyritøku, áðrenn hevur tað verið fyri tað almenna.
Handilin er opin frá hálvum mars til hálvan september. Súsannu dámar væl lívið sum íverkseti, tí hon er sín egni harri, og tað er stuttligt at bæði vera tann sum tekur avgerðirnar og hevur ábyrgd.
Søga og samanhald
Súsanna Holm er útbúgvin námsfrøðingur, og hon hevur kandidat útbúgving í hugmyndasøgu, tí er bæði tað søguliga og at arbeiða við menniskjum nakað, sum Súsanna brennur fyri, og tað sæst aftur í handlinum. Súsanna Holm leggur seg eftir at hava føroyska binding burturav, og tað hevur týdning at samanhaldi millum bindikonurnar er gott. Handilin hevur 50 bindikonur knýttan at sær.
##med2##
- Vit vilja at føroysk binding verður virðismett. Vit hava framvegis eina sterka mentan, sum gongur aftur til 1600 talið, tá vita vit at bindingin er komin úr Onglandi. Siðsøguliga er hetta framvegis livandi, og hetta er kvinnumentan.
Í høvuðsheitum er tað mynstrini úr bókini Føroysk bindingarmynstur, eftir Hans Marius Debes sum verða brúkt, bindikonurnar kunnu eisini brúka mynstur sum tær hava í familjuni.
- Tað liggur ein rúgva av vitan millum bindikonur, eitt nú tær sum binda bátsmanstroyggjur, og ofta hava tær mynstur frá mammu, mostir ella ommu síni,
Tógvið sum verður brúkt er í høvuðsheitum føroyskt, antin tógv sum er framleitt í Føroyum úr útlendskum tilfari, ella úr føroyskari ull.
Súsanna Holm leggur dent á at hava ein góðan sosialan felagsskap millum bindikonurnar, soleiðis at tær í felag kunnu gleðast um tað at binda.
- Innan tað almenna havi eg altíð arbeitt við menniskjum, og tað gevur eina gleði at koma við tí, sum tú hevur gjørt. Mær dámar væl at binda, og finna uppá, eg eri ein bindikona líka sum hinar bindukonurnar. Binding hevur altíð fylgt nógv hjá mær, eg minnist tá eg lærdi at binda, og hvat hendi ta løtuna. Tá tú, bindur samlar tú teg um teg sjálva, tú skapar nakað, og hugsar ikki um fleiri ting senn. Tá eg tosi um felagsskap, so er tað hesin felagsskapurin við skapanargleði ímillum konur, og hevði ein maður verið við hevði hann verið vælkomin, vit eru felags um hesa gleðina.
Tá bindikonurnar koma við vørunum, er altíð drekkamuður, prát, og køka á borðinum.
- Eg sigi, hvørjum eg havi tørv á, og um okkurt skal rættast tað til, soleiðis at tað blívur sølubart, og so gott sum gjørligt.
##med3##
Bindikonurnar eru runt allar Føroyar, tí er ikki høgligt at hittast, men tær hava nógv skrivligt samskifti, og tá árið í handlinum er liðugt, bjóðar Súsanna øllum konunum til hugna.
Høvið verður eisini hjá bindikonunum at hittast á skeiðið, tí Vinnuframagrunnurin hevur játtað Kvivikknit stuðul at halda trý skeið, sum Katrina í Geil fer at hava. Skeiðini fara at snúgva seg um bátsmanstroyggjur.
- Hetta snýr seg bæði um at samansjóða, og at vit allar skulu blíva dugnaligari.
Lærdómurin at binda verður oftast givin frá mammu til dóttir, tí liggur ein skyldvitan millum føroyskar konur. Súsanna Holm heldur, at vit eru í eini skiftistíð, tí fyrr varð bundið uttan uppskriftir, og nú verður fyri tað mesta bundið eftir uppskrift.
- Vit førka okkum yvir til, at vit ikki longur minnast tað, sum vit vóru upplærd við. Hetta fer meira og meira fyri hvørt ættarlið, og vit heingja okkum í uppskriftirnar, tí vit kenna okkum ikki trygg at binda uttan.
##med4##
Umframt bundnar vørur vera eisini aðrar føroyskar vørur seldar, eitt nú sápur, smúkkur, lutir úr hornið, og føroyskum viði. Súsanna Holm litar tógv, hon brúkar plantur sum vaksa í Føroyum, eisini innræsnar plantur sum garðaskøruna.
Binda uppá fólk
Súsanna Holm hevur merkt góðan stuðul úr Kvívíkarbygd, og hon hevur nógv fólk at hjálpa sær.
- Í Kvívík eru vit farin frá at hava posthús, tveir handlar, og bankar, til einki at hava, men nú eru tveir bindihandlar komnir næstan í senn.
##med5##
Áðrenn Súsanna Holm læt handilin upp, starvaðist hon sum tímalærari á Fróðskaparsetri Føroya, tá hon nærkaðist pensjónsaldri, fór hon at hugsa um, hvat hon skuldi gera, tá hon var pensjonera. Súsanna eigur húsini, har handilin er, húsini liggja tætt við útgrevsturin í Kvívík, og nógv ferðafólk koma á vitjan.
Tað kemur javnan fyri, at amerikanarar, fransmenn, polakkar ella onnur ferðafólk siga seg dáma ávísa troyggju og mynstur, men passa hana ikki. Tá læra tey um gomlu føroysku siðvenjuna at binda uppá fólk.
- Eg sigi við tey jamen vit kunnu taka mát, og binda til tín, tað kostar tað sama, bara kostnaðurin at senda kemur afturat.
Nógv ferðafólk vitja á leiðini, eitt nú mongu ferðafólkini sum fara túrar undir Vestmannabjørgini, av teimum eru fleiri sum detta inn í handilin hjá Súsannu. Hon hevur gott samstarv við ferðaleiðarar, men tey flestu vitjandi koma av sær sjálvum, og hesi trý árini er kundaskarin støðugt vaksin.
Dagarnir eru langir, og enn kann Súsanna ikki hava starvsfólk afturat sær.
- Men vit arbeiða spakuliga frameftir, og tað gongur tann rætta vegin.
Hon hevur lært so hvørt, at prísseta og finna útav hvat fólk spyrja eftir.
- Um onkur sigur at troyggjan skriðar, so er at vísa á eina pútu, ella annað sum prýðir heimið.
##med6##
Súsanna bjóðar eisini fyrilestrar, og bindibólkar úr øllum heiminum koma at hoyra hana greiða frá um mynstur og handverk.
- Summi læra at binda, og tey hava ongantíð roynt tað fyrr, onnur hava bundi fyri 20 árum síðani, og skulu fríska tað upp, og so eru tað tey sum koma fyri at læra seg mynstur, tað er tað sum eg haldi vera tað stuttligasta, tí tá fart tú víst teimum okkara mentanararv, finessurnar við at binda mynstur, hvussu nógv eygu skulu vera ímillum, hvussu tú fart tað nóg tætt, hvønn stokk tú skalt brúka, soleiðis at tað ikki blívur ov leyst ella fast.
Handilin er í húsum frá 1906. Súsanna hevur valt at fara inná bein, og hevur fingið upprunaligu veggirnar fram aftur. Hon eigur sjálv húsini, og fegnast um arbeiðsplássið sum hon sjálv hevur skapt sær.
- Eg arbeiði við hesum helvtina av árinum, og hina helvtina taki eg tað róligt, man fer í eitt slag av dvala. Síðani er eftirmeting og næsta ári skal leggjast til rættis.
Greinarøð í Sosialinum um íverksetarar.
Les eisini um:
Fjord in.fo - fyrst og fremst
Spinnaríið við Ánna in.fo - fyrst og fremst
Caféina á Mølini in.fo - fyrst og fremst
Boat.fo in.fo - fyrst og fremst
Testovuna Marin Malena in.fo - fyrst og fremst
Matbitan in.fo - fyrst og fremst
Rávøru in.fo - fyrst og fremst
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
































