Ein ferð inn í føroyskt – enn eina ferð

Bókin Ein ferð inn í føroyskt varð upprunaliga skrivað sum ein fyribils útgáva til royndarflokk í Hoydølum fyri knappliga tjúgu árum síðan. Nú er bókin endurskoðað.

Kári Davidsen og Jonhard Mikkelsen hava enn eina ferð lagt aftur at føroyska mállæruvarðanum. Hesa ferð er tað ein endurskoðað útgáva av Eini ferð inn í føroyskt, sum upprunaliga varð skrivað sum ein fyribils útgáva til royndarflokk í Hoydølum fyri knappliga tjúgu árum síðan.

Ábøtur, nýgerðir og nýhugsan taka lógvatak við siðvenju og hugmynd um alskyns frágreiðingar um føroyskt á føroyskum fyri næmingar á miðnámi og tey, ið skulu undirvísa og læra at undirvísa hesum ungu í føroyskum. Bókin kann fyri ein part eisini verða nýtt í eldri fólkaskúlaflokkunum, eins og hugsandi er, at áhugað leikfólk munnu fáa væl burturúr at fara í holt við Ferðina.


Broytingar og ábøtur

Síðan fyrra Ferðin (1993) kom út, hava fólk sum vera man havt uppskot um ábøtur og broytingar, og mangt av tí er tikið til eftirtektar, eins og málbólkurin er broyttur. Gamla Ferðin vendi sær til fólkaskúla og miðnámsskúla, meðan nýggja stílar hægri og vendir sær serliga til miðnám og setursstig. Á setursstigi er hon væl egnað sum bæði grundbók og námsfrøðiligur íblástur til teirra, ið skulu undirvísa í føroyskum í fólkaskúla og á miðnámi.

Nýggja Ferðin er góðar 100 síður longri enn hin fyrra, og verður hugt í innihaldsyvirlitið og samanborið við gomlu bókina, sæst alt fyri eitt, at umfatandi broytingar eru gjørdar, tó at miðið og beinagrindin eru óbroytt. Bókmentalistin er somuleiðis vorðin longri og bendir eisini á eina meir víðfevnda og fjølbroytta mállæru. Bókin hevur eisini ein leitorðalista aftast, sum er ógvuliga hentur, tá ein vil fáa okkurt ávíst uppspurt, og eftir hvønn serstakan part eru verkevni, ið hava til endamáls at fáa tann lesandi at gruna og grunda um umrødda evnið, so tað verður skilt betur. Til dømis endar parturin, ið snýr seg um myndamál (s. 27-38), við spurningum um orðatøk og lýsingar og myndamálið í teimum.

Nýggja Ferðin viðger m.a.:

• Hvat mál og myndamál er

• Málskyldskap, og hvussu indoevropeiskt broyttist til norrønt

• Málrøkt og málreinsing og ymiskan hugburð til hesi viðurskifti

• Málnýtslu, mun millum talað og skrivað mál og fjølbroyttar samskiftisumstøður

• Sjálvljóð og hjáljóð og fyribrigdi sum umljóð, einljóðan, tvíljóðan og palatalisering


Eins og í gomlu Ferðini verða føroysk mállæruhugtøk nýtt javnsett við latínsku heitini. Hetta er víðskygt og átti at gjørt tað lættari fyri næmingin at gera javnsetingar millum móðurmálið og tað fremmandamál, hann er í ferð við at læra.

Orðaflokkar og setningsbygnaður eru væl og virðiliga viðgjørdir, men í teirri nýggju er lítli orðaflokkurin miðalvarpingar lagdur burturúr, eins og kenniorðini heldur ikki eru við í endurskoðaðu útgávuni. Orsøkin er helst, sum sagt verður á s. 325 undir fornøvnum, at tey eru tey somu sum nøkur av ávísingarfornøvnunum, og munurin valdast áherðslu.


Upprunaligt og varðveitt endamál

Bókin var ætlað sum ein prátingarsom mállæra, sum við einum krøkjandi og kunnandi máli skuldi geva lesaranum innlit í hugtøk og fyribrigdi. Hetta mið er varðveitt í nýggju Ferðini eins og skorður framvegis eru settar undir frágreiðingar við dømum og verkevnum, so fólk fáa seg roynd. Hetta at ogna sær royndir í sambandi við at hugsa um mállæru og ástøði man mangan vera júst tað, ið manglar í hjá teimum, sum siga seg ikki vera stinn í føroyskum.

Eitt eyðkenni við siðvandum mállærum er talvur og reglur, ið vit stuttum allýsingum greiða frá ymsum fyribrigdum og hugtøkum. Endamálið er sjálvsagt at einfalda og geva lesaranum eitt greitt yvirlit yvir evnið, men trupulleikin er, at fólk, sum frammanundan ikki hava ein brennandi áhuga fyri máli og mállæru, lúgvast og fáa staðfest, at mállæra er júst so kavfúgvandi rotin, sum tey altíð hava hildið! Hetta er stórur og álvarsligur missur, tí nær fæst høvi at kveikja forvitnið hjá hesum fólkum aftur? Mest sannlíkt: ALDRIN!

Ein ferð inn í føroyskt vil byggja brúgv millum góða og einfalda fólkaskúlalærdómin og samansetta og avbjóðandi skúlalærdómin á setursstigi. Hon er ikki ætlað sum ein fullfíggjað mállæra í føroyskum, men vil heldur vera hondin, ið leiðir yvirum og vísir á tær avbjóðingar, ið eru fyri framman, sum ein kann fara í holt við, um bragdarhugurin er til tess.


Lærubók og nýggir miðlar við møguleikum fyri dagføringum og fjølbroytni

Nýggja Ferðin verður ivaleyst endurskoðað eitt sindur fyrr enn upprunaútgávan, men eitt hugskot við henni er, at hon skal samvirka við støðugt dagført arbeiðstilfar á útbúgvingarstevnuni á heimasíðu Sprotans. Mangur lærari man hava sannað, at tað oftani eru uppgávur og verkevni í teimum ymsu mállærunum, ið fyrna heldur enn sjálv mállæran. Tað er millum annað hetta, ið er orsøkin til stevnuna við dagførdum og fjølbroyttum tilfari, eins og tað er ótíðarhóskandi við bókum, sum eru á stødd við tuflutrø. Hetta er nýbrot í føroyskum skúlahøpi, men verður í veruleikanum bara gjørt fyri at ganga nútíðar skúlakrøvum og frálæruháttum á møti. Við hesum átaki verður vónað og væntað, at fleiri lærarar sýna stevnuni áhuga og ans og nøra og bøta um hana við fjølbroyttum tilfari og uppskotum um, hvussu arbeitt kann vera við teimum ymsu evnunum, ið bókin nertur við. Taka lærarar og skúlar væl ímóti nýggjum tøkniligum arbeiðsháttum, menna og búgva teir eisini síni lesandi til framtíðina – ikki bara í føroyskum.



Faktakassi

Perman og heitið

Perma og heitið stuðla væl hvørt annað. Heitið bendir hugsanina á ævintýr og søgu og søguliga ferð og rannsókn. Perman er ein stjørnuhimmal í neðra og heldur døkkari og einslitt í erva, og at kava í málið og hugsa djúpt er ivaleyst sum at fara í annan heim ella annan alheim, og at fáast við mál og orða seg er í veruleikanum at vera og fáast við alt millum himmal og jørð.



Faktakassi



Jonhard Mikkelsen

Føddur 1953 í Vestmanna. Útbúgvin cand. mag. í enskum og føroyskum. Starvast sum lektari á Føroya læraraskúla.




Kári Davidsen

Føddur í 1946. Útbúgvin cand. mag í týskum og føroyskum. Starvast sum lektari á Føroya Studentaskúla.