- Eg standi eftir við einari løgnari kenslu. Eg eri sera væl nøgdur við avrikið, móti hesari mætu hondbóltstjóð, men samstundis eitt sindur skuffaður, sigur Hans Áki
Hvat gjørdu tit ørðvísi leygardagin?
- Vit avtalaðu áðrenn dystin, at verjuparturin ikki skuldi liggja eftir, og at allir sum ein skuldu taka tøk í felag. Hetta meti eg, riggaði stak væl og var høvuðsorsøkin til góða úrslitið, vit fingu, sigur Hans Áki, ið følir seg noyddan at siga at um eitt sindur av hepni var við okkara, so var úrslitið kanska eitt annað. Men sum heild er hann væl nøgdur við føroyska avrikið og úrslitið.
Hvørjar vónir hevur tú til dystin móti Ísrael, mikukvøldið?
-Vónirnar eru góðar, og megna vit at koma við einum líka góðum innsatsi tá, so skuldi sæð gott út. Men tá tað er sagt, so veit eg ikki serliga nógv um Ísraelska liðið, annað enn at tað neyvan er líka sterkt, og Serbia er, sigur Hans Áki.
- Eg gleði meg til slíkar dystir og vit fara at royna at gera okkara besta, so má man síggja, hvussu langt tað røkkur sigur Hans Áki endaliga.