Ein góður samferðslureformur

Jónleif Johannesen, Klaksvík
-----

Í dag gjalda allir føroyingar og øll vinnulívsrekandi fyri at koma til Havnar. Øll uttan tey, ið búgva á Eysturoynni og Streymoynni. Vinna og fólk á hesum oyggjum sleppa undan at rinda fyri sínar vælútbygdu ferðamøguleikar. Góðar breiðar vegir, lýsandi tunnlar og nýumvalda brúgv. Vit eiga at taka eitt tunnulsgjald frá hesum økjum og javnstilla tey við útjaðaran.
Vit eiga at gera ein samhaldsfastan reform, sum umfataðar alt ferðslukervið í Føroym, tað veri seg á landi, undir landi og á sjónum. Tann berandi tankin er, at vit tá verða fleiri, sum lyfta. Hendan skipan átti at fevnt um tunnilsgjøld og ferðagjøld við ferðamannaskipum.
Hetta kann gerast við at knýta Norðoya, Vága, Norðskála og Kollfjarða tunlarnar saman við ferðamannaskipunum. Alt í eina skipan. Skipanin skal virka á tann hátt, at bilurin bert verður skrásettur einaferð um dagin. T.v.s. at tað kostar tað sama at koyra gjøgnum allar tunlarnar, sum tað kostar at koyra gjøgnum ein, og hevur tú goldið í einum tunnli, er ferðabáturin ókeypis. Hinvegin eru tunlarnir ókeypis, um tú hevur goldið umborð.
Ein slík skipan hevði lækkað og javnstillað prísirnar. Ein slíkur reformur hevði verið fólki og vinnulivinum í Føroyum at frama.