Ein gamal træbátur afturat verður nú varðveittur

Tórbjørn Jacobsen á Glyvrum átti bátin, sum eisini var jólaskip í Runavík. Nú skal hann varðveitast sum ein partur av okkara sjóvinnusøgu

Stig eru nú tikin til at varðveita motorbátin, Grinkil, á Glyvrum. Hetta er ein av teimum eldru bátunum, tí hann verður 100 ár næsta ár.

Tað var Lias í Rættará, sum smíðaði bátin í 1920 og síðani hevur hann skift hendur fleiri ferðir og seinasti eigarin var Tórbjørn Jacobsen á Glyvrum.

Nú er so nevnd sett at taka sær av varðveitingararbeiðnum og nevndin sigur, at stórur áhugi er fyri tiltakinum.

Sostatt hava fleiri fyritøkur og einstaklingarnir nú stovnað ein grunn, sum skal eiga og reka bátin. Tey, sum vóru við til at stovna grunnin, eru, Kreton, EM-Asfalt, Marine Service, Univice, Mittún, Berglon, Borg, Elcon, Runavíkar Frostgoymsla, Mekanik, Mest, Frakt & Sand, Kongasteinur, Faroe Origin, Faroe Ship, Blikksmiðjan, Tórbjørn Jacobsen, Ludvík við Stein og Ady Knudsen.

Stovnsfæið í grunninum er 570.000 krónur og endamálið hjá grunninum er at varðveita og at taka sær av motorbátinum, Grinkil – FD 563-

– Ítøkiliga snýr hetta seg um at røkja, reka, útleiga bátin og at tryggja, at báturin framhaldandi verður ein partur av sjóvinnusøgu okkara, siga tey í nevndini.

Grinkil hevur fingið fast legupláss í bátahylinum á Glyvrum beint útfyri har Bátafelagið heldur til. Arbeiðið at gera ábøtur á bátin er longu byrja, sigur nevndin, og nú upp undir jólini varð hann brúktur sum jólaskip í Runavík.

Nevndin fyri grunnin, sum skal standa fyri arbeiðnum, hevur skipað seg soleiðis, at Rodmundur Nielsen á Glyvrum er formaður, Janus Knudsen í Saltangará er næstformaður og peningarøkil, Tórbjørn Jacobsen á Glyvrum er skrivari, Atli Poulsen á Saltangará er nevndarlimur og Dávur Høgnason í Søldarfirði er nevndarlimur.