Síðani vit í stuttum umrøddu ovastevnukabarettina í VikuBlaðnum mánadagin er tað hent, at mannigin er fækkað við einum. Høgni Niclasen verður nevniliga ikki við í kabarettini, eins og upprunaliga ætlað.
Men hini seks arbeiða upp á hátrýst, og tá Sosialurin tosaði við manningina hósdagin, byrjaði leikgongdin at taka skap.
Tað eru tveir høvuðstáttir í kabarettini. Tann eini meira alføroyskur, ja, heilt altjóðakendur, meðan hin er meira lokalur. Talan er um ávikavist EU boykottið móti Føroyum, og 150 ára dagin hjá Nólsoyar kirkju.
Hesi bæði evnini fylla meira enn nakað annað í kabarettini, hóast ikki skal farast niður í smálutir.
Men tað eru sjálvandi eisini onnur mál, ið nomið verður við í kabarettini.
- Vit kunnu nevna »De tunge mødre«, Fámara-málið, har tað jú sum kunnugt ljóðar, at Johan ætlar at flyta til Nólsoyar, um nýkosnar millióningar. Tú kanst næstan siga the Usual Suspects, sigur Snæbjørn Hansen.
Og tað er nóg mikið hjá teimum seks leikarunum at tríva í.
- Vit hava tilfar til einar 15 sketsjir, men vit enda allarhelst á seks-átta, sigur Reidar Jacobsen, sum er við á 13. sinni.
Eru við fyri ikki at verða við
Hugskotini eru mong, so tað verður ein spurningur um at halda kabarettini niðri á einum rímiligum tíðarbili.
- Vit miða ímóti at halda kabarettini á umleið 40 minuttum, og í løtuni eru vit uppi yvir tveimum tímum, sigur Snæbjørn Hansen.
So hvørt tað nærkast stevnuni, verður meira og meira tíð brúkt í Royndarhúsinum, har kabarettin heldur til.
- Vit hava verið her fýra og seks tímar, og týskvøldið og mikukvøldið hava vit verið í húsinum frá á miðdegi til miðnátt, sigur Reidar Jacobsen.
So leikararnir leggja nógva orku í, at fáa kabarettina so góða sum gjørligt, men tað skal eisini tónleikur til at gera eina kabarett góða.
- Í ár verða tað Bjørn Thomsen á bass, Hákun Andrias Hansen á gittara og Jóhan Hansen á trummur, ið standa fyri tónleikinum, greiðir Snæbjørn Hansen frá.
Men hvat er tað við at leika kabarett sum ger, at menn halda fram upp í 13 og 12 ár, sum Snæbjørn Hansen og Reidar Jacobsen, ávikavist Aksel á Botni hava gjørt.
- Tað er tankin og gleðin um at skapa nakað, ið telur, heldur Snæbjørn Hansen.
Men Reidar Jacobsen er meira staðfestandi.
- Tað er fyri at sleppa undan at koma í kabarettina, sigur hann.
Umframt Snæbjørn Hansen og Reidar Jacobsen eru tað Aksel á Botni, Óli Juul Hansen og systrarnar Andrea og Jacoba Jacobsen, ið manna kabarettlistan í ár á Ovastevnu.