Konsert verður í Vágs kirkju 4. juni kl. 19.30
Ein serstøk konsert við íslendska bólkinum Diddú og dreingirnir, sum hevur framført víða um heim síðani 1997 – frá Íslandi til Eysturríki, Kanada og Italia.
Tey framføra eina fjølbroytta skrá við klassiskum blásaratónleiki, operaarium, fólkatónleiki og tjóðskaparsangum – m.a. føroyska sálmin "Tíðin rennur", og kvæðið "Höllin heilags anda" við lag úr føroysku sálmabókini.
Eisini verður frumframførsla av verkinum "Dust í ánni", skrivað til bólkin av Atla Kárasyni.
Kirkjukórið Ljómur luttekur eisini undir leiðslu av Agnari Lamhauge.
-Ein løta við vøkrum og sterkum tónum – Øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyrireikararnir.