Góð kensla at gera Føroyar grønari

Kvívíkar kommuna gongur á odda at gera Føroyar grønari, og hetta hava tey gjørt við at fáa sær sítt egna vatnorkuverk.

 

Tekniski leiðarin hjá Kvívíkar kommunu, Joen Jacob Andreasen. Mynd: Álvur Haraldsen.

Tekniski leiðarin hjá Kvívíkar kommunu, Joen Jacob Andreasen. Mynd: Álvur Haraldsen.

 

 

Tað var tíðliga í november í fjør, at táverandi borgarstjórin í Kvívíkar kommunu, Heri Müller, alment trýsti á knøttin til vatnorkuverkið, sum syrgir fyri, at stóri barnagarðurin Áarlon í Kvívík nú fær bæði hita og heitt vatn úr grønari orku.

Hetta er ein verkætlan, sum kommunan hevur arbeitt við í nøkur ár. Bæði undanfarna og núverandi bygdaráð við borgarstjóranum, Hans Jóhann Sørensen á odda, hava staðið saman um at gera kommunalu bygningarnar grønari.

 

Endamálið við verkætlanini er at hita allar kommunalar bygningar í bygdini við verkinum, samstundis sum árinini á náttúruna eru lítil og eingi. Tá tendrað varð fyri skipanini í fjør heyst, gjørdist barnagarðurin við hita og heitum vatni so grønur, sum hann í løtuni kann vera.

 

Men, umframt at vatnorkuverkið nú veitir orku til barnagarðin, fer verkið eisini at hita og geva heitt vatn til skúlan, ið hevur svimjihyl og til gamla bankabygningin, sum er karmur um kommunuskrivstovuna.   

 

Hetta er eitt stórt fet á leiðini hjá Kvívíkar kommunu at gera sítt til at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum. Samlaða íløgan er stór, men mett verður, at hon rindar seg aftur eftir umleið 10 árum, samstundis sum kommunalu bygningarnir verða grønari. 

 

Árliga oljunýtslan hjá kommunalu bygningunum í Kvívíkar kommunu var í 2017-prísum umleið 250.000 krónur, og við nýggja orkuverkinum kunnu umleið 2/3 av hesum sparast burtur, tá skúlin við svimjihyli og kommunuskrivstovan eisini eru íbundin.     

 

Í síðstu viku vitjaða Sosialurin  í Kvívík, og her greiddi tekniski leiðarin í kommununi, Joen Jacob Andreasen, sum hevur lagt nógva orku í grønu verkætlanina, frá skipanini. Í VikuskiftisSosialinum, sum kom fríggjadagin, er serblað um orku, og her er eisini frásøgn úr Kvívík.

 

Tekniski leiðarin helt fyri, at tá traditionellu orkuskipaninar í ávikavist barnagarðinum og skúlanum einaferð skulu skiftast, er lítil ivi um, at tað tá verða hitapumpur, sum verða tiltaksskipanir til vatnorkuna - og ikki olja. 

 

Tá vatnorkuverkið í Kvívík alment varð sett í gongd tíðliga í november mánaði í fjør, segði Kári Mortensen hjá Orku, at tað, sum kvívíkingar hava gjørt, er ein skilagóð loysn. 

- Vit hava nógvar áir í Føroyum - eisini sum Stóra í Kvívík, ið ikki verða brúktar av SEV ella teimum stóru orkuframleiðarunum. Eg haldi tað vera upplagt, at henda orka verður brúkt lokalt. 

Kári Mortensen vísti á, at í Kvívík verður hetta gjørt á ein umhvørvisvinarligan hátt, sum ikki skemmir náttúruna. - Talan er ikki um nøkur inntriv í hagan, sum síggjast serliga væl. So, eg haldi, at tað er heilt upplagt at brúka burtur av hesi orku, segði Kári Mortensen.

Í Kvívík heldur bygdaráðið, bæði sitandi og undanfarna, at tað er ein góð kensla at vera við til at gera kommununa og soleiðis eisini Føroyar grønari.

 

##med2##

 

Tekniski leiðarin hjá Kvívíkar kommunu, Joen Jacob Andreasen. Mynd: Álvur Haraldsen.

Her stendur vatnmyllan í einum lítlum húsi, beint við barnagarðin. Mynd: Álvur Haraldsen.