Grind legði beinini í Hvannasundi

- Seðlarnir skuldu koma út í morgun klokkan 08, og grindin skuldi býtast í dráps-og heimapartar, sigur løgreglan.

Stutt fyri middag í gjár varð boðað frá einari grind eystur úr Viðoynni.

 

- Samskift varð um, hvussu fram skuldi farast, nú verkfall er. Ávísur ivi var um, hvørt verkfallið kundi fara at hava ávirkan á eitt nú dráp og upptøku av grindini.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at avgjørt varð at reka grindina inn á Hvannasund og halda henni til har.

 

Løgreglan veit ikki, hvussu nógvir hvalir løgdu beinini, men tá tey fingu fráboðanina, varð mett, at talan var um 50 til 100 hvalir.

 

Lagt verður aftrat, at seðlarnir skuldu koma út í morgun klokkan 08, og at grindin verður býtt í drápspartar og heimapartar í økinum fyri Eystan Múla.

 

Á netinum í morgun upplýsir lesari, at 138 hvalir løgdu beinini í Hvannasundi, men hetta tal er ikki alment váttað.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Her liggur grindin út fyri bygdini í Hvannasundi. Hetta sær nú ikki so nógv út.