Mikudagin kom ein halastjørna til øll Norðurlond í senn.
Talan er um eina barnabók, »Ein halastjørna er komin«, sum verður útgivin samstundis í Svøríki, Íslandi, Danmark, Finnlandi, Noregi og Føroyum. Í bókini hava yrkjarar úr hesum seks londum yrkt yrkingar til børn á upprunamálinum. Yrkingarnar eru síðan umsettar til øll málini, og bókin er myndprýdd av dygdargóðum listafólkum.
Í Føroyum eigur barnayrkjarin Alexandur Kristiansen bókina fram um onnur. Hann hevur bæði yrkt føroysku yrkingarnar, og hann hevur eisini umsett útlendsku yrkingarnar til føroysku bókina. Edward Fuglø hevur myndprýtt føroyska partin.
Serlig bók
Bókin varð løgd fram í Norðurlandahúsinum mikudagin, har børn úr Velbastaðar skúla settu dám á tiltakið og sungu sangir, sum Alexandur hevur yrkt. Eisini vóru yrkingar lisnar upp á øllum málum.
? Hetta er ein heilt serlig bók, sigur Niels Jákup Thomsen av Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum hevur givið føroysku bókina út. Hetta er eitt úrslit av frálíkum norðulendskum samstarvi, og onki er spart í útgerð. Bestu yrkjarar úr øllum Norðurlondum hava verið upp í tiltakinum, og bókin kemur út á øllum norðurlendsku málunum sama dag, greiðir hann frá.
Hvørt landið hevur sostatt valt út sínar bestu yrkjarar, og teir hava eisini fingið nógv burturúr. Eitt nú hava teir verið á ráðstevnum, har teir hava tosað um at yrkja. Og teir hava so eisini møtst aftur at viðgera, hvussu týðingarnar av yrkingunum hjá hvørjum eru hepnaðar og hava síðan lagað tær til.
Málsligur stimbur
Men stóru vinnararnir við bókini eru sjálvandi børnini, sum hava fingið eina sjáldsama gávu, tí dygdargóðar norðurlendskar yrkingar eru ikki hvønndagskostur.
? Vit mugu ásanna, at tað er meira umráðandi enn nakrantíð at stimbra børnini málsliga. Í einum passivum heimi gevur hendan bókin børnum høvi at spæla við orð. Yrkingar geva okkara børnum málsligar avbjóðingar, sum tey hava tørv á, sigur Niels Jákup Thomsen og sipar til, at stórur partur av barnamentanini gongur fyri seg framman fyri telduskíggjum og sjónvarpi.
Bókin er eisini góð til skúlabrúks. Aftast í bókini er ein fløga, har yrkjararnir lesa upp á upprunamálinum.