Ein heilsan til Jógvan Adolf Jóhannesen

á 70 ára føðingardegnum

Jógvan Adolf Jóhannesen er farin um tey sjeyti. Eg kom at kenna Jógvan, tá hann bleiv lærari í Skopun. Jógvan var ein góður lærari, tað skotsmál hevur hann her í bygdini. Eisini syrgdi hann fyri sum fyrstilærari, at skapa ein góðan trivna á arbeiðsplássinum.
 
Serliga minnist eg dreingirnar, hvussu spentir teir vóru, tá Jógvan hevði lova at fortalt teimum ymist søguligt. Hann kundi siga so væl frá, at børnini sótu við føtur í spenni. Sjálvur havi eg sitið og lurta, tá Jógvan við sínum sermerkta máli, og á ein sermerktan hátt segði frá ymiskum, eisini skemtiligum.
 
Tá ið Jógvan bleiv pensioneraður, flutti hann aftur til heimbygdina Dalur, har ið hann umvældi barnaheimið, sum er sera snøkt.
 
Tað tíðina Jógvan búði í Skopun, var hann so nógv annað enn lærari. Álitismaður var hann, og slíkur maður verður biðin til mangt og hvat.
 
Hvør minnist ikki Jógvan norði við Minnisvarðan Alla Halgunardag, syngja fyri við sínum vakra málið, ella við jólahaldið á Torginum. Jú, tað tíð Jógvan búði í Skopun, var hann virkin partur av bygdini.
 
Jógvan var kommunuskrivari, tá eg var valdur inn í bygdarráðið, og kom eg uppaftur betur at kenna henda heiðursmann. Við síni vøkru hondskrift koma gerðabøkurnar, at verða ein varði yvir teg, Jógvan. Pennurin gekk við sama tempo, hóast kanska bylgjurnar gingu høgt. Um neyðugt so plagdi tú at tala at við tínum vakra eystanmáli.
 
Jógvan´sa partur lá ikki eftir, tá tað umráddi at útvega skip til oynna, saman við bygdamonnum úr Dali, og má sigast at væl gekk.
 
Minnist serliga væl tíðina tá ið Dalbúgvin róði út í Skopun. Havnin var full av 50 tonsarum. Jógvan helt nógv til á keiðini, tí spenningurin var stórur, tá bátarnir komu aftur av útróðri. Skúrarnir vóru fullsettir av smádreingjum og eldri monnum.
 
Jógvan var eisini valdur á ting fyri Javnaðarflokkin. Har helt hann seg ikki aftur, at verða verja fyri okkara økið.
 
Tá ið kreppan var størst í Føroyum, var Jógvan ein sum kempaði fyri Sandoyarætlanini, og má sigast, at tað var eitt satt bragd, hóast ikki teir stóru pengarnir vóru í hesi ætlan, sum tó eydnaðist til fulnar.
 
Til seinast farið eg at ynskja tær nógv góð ár framyvir.
 
 
Gerhard Lognberg