Ikki er ov nógv sagt, at millum hesar føroysku úmælingar teljast nógvir skiparar, sum ikki er so løgið, havandi í huga tann stóra leiklut fiskivinnan og føroyska sjófólkið hava havt, og hava fyri hetta land.
Ein av hesum skiparum, sum eisini telist millum hesar mongu úrmælingar, er Jóhan á Plógv úr Sandavági, og nú Jóhan rundar tey 80 árini, verður henda heilsan send honum og familju hansara.
Jóhan á Plógv er sonur Martinu, ætta úr Sørvági, og Albert Thomassen, ættaður úr Sandavági. Jóhan er føddur og vaksin upp í Sandavági, sum næstelstur av 6 systkjum ? 5 brøður og 1 systir. Sum flestu unglingar í Føroyum í tríatiárunum, søkti Jóhan á Plógv sum ungur sjógvin. Bert 13 ára gamal fór Jóhan til prest at biðja um at blíva fermdur, so hann kundi sleppa til skips, og fór hann í 1935 sín fyrsta túr við ?Vón? hjá Sigurð Simonsen í Fuglafirði. Sjólívið bleiv eisini lívsstarv hansara, og sum bert 20 ára gamal fór Jóhan á skiparaskúla, og sum 23 ára gamal hevði hann tikið skiparaskúlan og longdina, og var klárur at takað ábyrgdina at føra skip á seg. Stóra fyritøkan tá í tíðini í Sandavági var handils- og fiskavirkið hjá J. E. Thomsen, sum eisini gjøgnum árini átti nøkur skip, og beinanvegin Jóhan var liguður við skiparaútbúgvingina, fekk hann eitt av skipunum hjá hesi fyritøku, ?Royndina Fríðu? at føra. Neyðugt var enntá við serloyvi til tann bert 23 ára gamla skiparan, sum eftir tá galdandi lógini var ov ungur at verða skipari. Jóhan førdi ?Royndina Fríðu? í 3 ár, og eftir hetta førdi hann ?Havstein? í 3 ár. Hareftir keypti Jóhan, saman við Eivindi Rasmussen í Sandavági, koltrolaran ?Venus?, sum Jóhan síðani førdi í 4 ár.
Í 1946, tók handilsmaðurin J. E. Thomsen stig til at seta á stovn Sandavágs Trolarafelag, sum stutt eftir broytti navn til Samvinnufelagið, og sum við sínum 56 árum á bakið nú man verða eitt tað elsta virkandi reiðaríi í landinum. Rættuliga stórur partur av siglandi fólkinum í Sandavági tá í tíðini tók undir við hesum stigi hjá handilsmanninum, og tá samanum kom mundu eini 50 partaeigarar verða í felagnum, og millum hesar var eisini Jóhan á Plógv. Fyrsta skipi hjá hesum felag æt ?Høgifossur? ? ein koltrolari sum bleiv keyptur úr Onglandi í 1947. Í 1956 keypti felagið enn ein trolara ? ?Jegvan Elias Thomsen? ? og fekk Jóhan henda trolaran at føra. Jóhan førdi ?Jógvan Elias Thomsen? í 17 ár, so at siga hvønn túr. Eitt stutt skifti førdi hann eisini ?Leiv Øssurson?.
Fimti og seksti árini vóru eitt heilt serligt tíðarskeið í føroyskari fiskivinnusøgu við nærum fríum fiskiskapi. Skifti frá slupptíðini til hesar kraftmiklu trolararnar var stórt, og munandi lættari var nú at søkja fjarskotnar fiskileiðir. Mangt er sagt og skrivað um hesa tíðina við fiskiskapi undir Vesturgrønlandi, Newfoundlandi og í Barentshavinum, heilt eystur í Hvítahavið, og blóðið rennur skjótari í æðrunum á einum og hvørjum fiskimanni, tá vit síggja myndir frá hesi tíðini av skipsdekkum fullum av stórum toski. Men alt fær ein enda, og tá fiskimarkini í sjeytiárinum vóru flutt út á 200 fjóðringar, broyttist alt hetta. Men hóast Samvinnufelagið, og teir menn ið vóru drívmegin í hesum felag, høvdu verið við til at tryggja Føroyum tey søguligu rættindi til botnfisk, sum føroyskir flakatrolarar enn tann dag í dag dúva uppá í Barentshavinum, so fekk hetta felag ikki tillutað ein stert tá býtt varð, og hóast landsins myndugleikar hava havt ríkilig høvi til at rætta uppá hetta mistak, so er tað ikki hent enn. Eitt stutt skifti í 1974 førdi Jóhan eisini stásiliga flakatrolaran ?Vesturvón? í Sørvági, og gjørdi skipið tann skjótasta flakatúrin nakrantíð við Jóhan sum skipara, tá skipið eftir bert 1 mánaða kom heim við fullari last.
Men í Samvinnufelagnum vóru menn ikki bangnir fyri at ganga nýggjar og egnar leiðir, og tá ein annar úrmælingur, vestmenningurin John Dam, í 1969 legði lunnar undir rækjuveiðu á opnum havið í Norðuratlantshavinum, gekk ikki long tíð til at eisini Samvinnufelagið avgjørdi at royna seg í hesi vinnu, og lótu teir byggja nýtt rækjuskip, sum kom til landið í 1975, og fekk hetta skip eisini navnið ?Høgifossur?. Bróður Jóhan, Herluf Thomassen, sum eisini var skiparalærdur, førdi hetta skip stóran part av tíðini. Men umframt at Samvinnufelagið fór uppí rækjuvinnuna, fór Jóhan eisini sjálvur, saman við svágrinum, Godtfred Joensen í Miðvági, og soninum Atla á Plógv, um nøkunlunda somu tíð uppí rækjuvinnuna, tá teir keyptu stóra trolaran ?V. U. Hammershaimb?, sum Jóhan og sonurin Atli skiftust at føra í 5 ár. Tíverri hepnaðist ikki so væl við hesum annars stóra og stásiliga skipið, sum ikki færri enn tvær ferðir varð herja av eldsbruna, men hetta tíðarskeiði var tó tað sum nógv minnast sum eitt tað veruliga rækjuævintýri í føroyskari fiskivinnusøgu.
Í 1980 avgjørdi Jóhan at fara í land, eftir at hava silgt sum skipari út í eitt í 37 ár, og bleiv tá settur at stjórna virkseminum hjá Samvinnufelagnum, sum hann tá var blivin størsti einstaki partaeigarin í, og hevur hann trúðliga røkt hetta starvi til henda dag. Í 1984 tók felagið sítt størsta stig nakrantíð, tá felagið lat byggja nýggjan rækjutrolara ? núverandi ?Høgifossur? - sum var tann størsti rækjutrolarin í Norðuratlantshavinum til fyri fáum árum síðani. Hetta skipið hevur hesi árini, meðan Jóhan hevur verið stjóri í felagnum, ført rækjur fyri umleið kr. 600 mill. til landið, umframt at hava verið við til at tryggja Føroyum søgulig rækjurættindi í Barentshavinum og á Flemish Cap.
Jóhan á Plógv hevur gjøgnum árini røkt mong álitisstørv. Tvey tíðarskeið var hann limur í bygdaráðnum í Sandavági, men annars hevur hann ikki verið uppi í politiskum virksemi. Jóhan var í nógv ár formaður í Felagnum Rækjuskip og luttók javnan saman við umboðum fyri landsstýrið, sum limur í føroyskum sendinevndum, sum fóru uttanlands til fiskirættindasamráðingar. Jóhan var eisini í fleiri ár nevndarlimur í flakavirkinum Snarfrost í Miðvági, sum Samvinnufelagið var við til at leggja lunnar undir.
Fyri øll tey mongu ið kenna Jóhan, og sum gjøgnum arbeiði á sjógvi og landi, hava havt samband við hann, er hann ímyndin av einum av teimum góðu og siðiligu skiparunum og vinnulívsmonnunum, sum njótað stóra virðing allastaðni. Og í privata lívinum njóta abbabørnini gleði av hansara barnagóða lyndi, sum ivaleyst er lagt honum í blóðið av móðurini.
Jóhan giftist í 1946 Ragnhild, dóttir Óla Jákup Petersen á Steig í Sandavági. Tey eiga 4 børn, Johnfinn, Marjun, Atla og Aibritt, og hóast Jóhan var nógv burtur meðan børnini vóru smá, so hava Ragnhild og Jóhan megna at lagt nógv gott niður í børn síni, við eini uppaling ið byggir á kristnu trúgv foreldranna, har trúfesti, erligheit og sakligheit eru meginreglurnar.
Jóhan er burturstaddur á føðingardegnum, men eg vil tó nýta høvi til at ynskja tær hjartaliga tillukku á føðingardegnum, við ynskum um blíðan byr í komandi tíðum, og somuleiðis at ynskja konu og børnum tínum tillukku við manni og pápa.
hj