Góði pápi!
Við einari yrking hjá abba og sálma 121, vil eg ynskja tær hjartaliga til lukku við føðingardegnum. Yrkingin talar fyri seg og er ein arvur, ið vit øll eru partur av og virðismeta. Takk fyri alt, tú hevur verið og ert fyri okkum, og Harrans signing framyvir!
At damla fram við landi
Lag: Det største skib på jorden, som pløjer bølgen blå
(Jens Vejmand)
At damla fram við landi - eitt fagurt summarkvøld.
Tað knýtur aftur bandið við undanfarnu øld.
Her fedrar várir mangan við hond um áralunn,
um fjørð, um flúr og tanga, at royna fiskigrunn.
Ei nakað meira ymiskt, enn hav í logn og ódn.
Tað føroyingar væl vita frá tí, teir eru børn.
Tí best man piltur trívast við sjóvarmálan nær,
og ynskir bert at koma út longur, enn hann sær.
Tá mysing er í sjónum, og út er fjarðað langt,
hann letur seg úr skónum, nú er at finna mangt.
Tað eru tarabrosmur, ja, rognkelsi og krutt.
Tað kemur ofta fyri, hann røkkur heldur stutt.
At byrgja drongin inni, fer ei at bera til.
Ei heldur kann hann sleppa til alt, hann sjálvur vil.
Í dag tá segði pápi: - Í kvøld eg sleppi við,
og mamma heldur fyri: - So ert tú tá í frið.
Í rongini nú situr ein lítil drongur við,
og heldur eini tráðu, í hesum sæla frið.
Hann sigur við sín faðir: - Ei er her nógv at fá.
- Nú haldi eg hjá mær er ein seiður komin á.
So fegin drongur situr, tá upp hann hevur sift.
Hann seiðin hevur fingið og nýggja beitu skift.
Hann sleingir út og heldur: - Vit munnu fáa fleir´,
Jú, fullan seiðaleypin hjá abba fingu teir.
Nú kvøldið fer at líða, vit fingu bara væl.
Eg veit, at omma bíðar, nú seið hon fáa skal.
Eg veit, hon glað vil vera, hon segði so við meg:
- Tú fert mær nokk at bera, at kóka vænti eg.
Teir fara so til árar, og heimá leiðin ber.
Ei kennist nøkur bára, nú silvitni tað er.
Og komnir væl at landi, í lunnar seta bát.
Nú ferðin er at enda, var stuttlig yvir mát.
Til húsar heim við veiðu, teir fegnir fylgjast at.
Jú, gott er bát at eiga, og gera mangt og hvat.
Sum lítil piltur nemur, kann seinni tykjast gott.
Í mongum føri fremur tað, fedrar virdu hátt.
Tøkk havi nú vár faðir, for veiðu, tú oss gav.
Vit kunnu vera glaðir, nú omma fær burturav.
Og lítil piltur móður, á kodda leggur seg,
við tøkk og bøn Gud signi tú hini øll og meg.
Til Før-oya smádreingir, eitt orð er eftir enn:
- Tit livið væl og leingi, og roynist sannir menn.
Við Jesu trúgv í hjarta, tað best av øllum er,
tí hann er tann, ið landi og fólki uppi ber.
Poul Martin Anthoniussen 1958
Heilsan Sólgerð Andreassen