Ein innilig áheitan á Løgtingið um at loyva samkyndum at giftast

Í dag hava 150 limir í LGBT vent sær til Løgtingið

Á dag, flaggdagin, heita 150 limir í LGBT, sum er felagið hjá samkyndum í Føroyum, inniliga á Løgtingið um at atkvøða ja fyri at loyva samkyndum at giftast.

 

Tað er nevnliga í morgin, at Løgtingið skal taka støðu til, um samkynd skulu sleppa at giftast í Føroyum, ella ikki og tí havsa tey vent sær til hvønn einstakan løgtingslim og heitt á tey um at atkvøða ja.

 

- Atkvøðið ja, og gevið okkum somu borgarligu rættindi sum tit og aðrir føroyingar hava, ljóðar áheitanin frá LGBT, sum eisini umboðar tvíkynd og tvørkynd. Allar grundgevingar, bæði fyri og móti, eru komin undan kavi seinastu árini, og eru vend óteljandi ferðir.

 

- Øll hugsandi fólk, bólkar, feløg og stovnar eru hoyrd, og hvørt blað er vent í hesum máli. Eftir stendur eitt púra greitt lógaruppskot, sum tit løgtingsfólk umsíðir skulu atkvøðu um.

 

Tey í LGBT siga, at spurningurin er um at geva samkyndum sama mannarætt, sum hini í samfelagnum hava. Nógv hava stúrt fyri, at samkynd skulu kunna fara í kirkjuna at fáa signing. Men tað afturvísa tey.

 

- Allar hugsandi, og óhugsandi, smogur eru afturlatnar, so vit ikki skulu kunna signast í føroysku Fólkakirkjuni ella øðrum samkomum, siga tey.

 

Og tey siga, at nú eru ikki fleiri umberingar fyri ikki at veita teimum somu rættindi, sum øðrum.

Tey vísa eisini á, at tey siga, at ein seróg, sum andstøðan arbeiðir við, sum er okkurt slag av skrásettum parlagi, gevur teimum ikki sama mannarætt, sum øllum øðrum, tí samkynd vilja nevniliga hava sama rætt at ganga saman í hjúnalag, sum øll onnur.

 

- Gevið okkum eina orsøk til at seta búgv í Føroyum, so vit kunnu halda fram við at geva okkara íkast til at byggja land saman við tykkum og øllum øðrum føroyingum. Vit velja Føroyar, og vilja hava einar Føroyar, ið velur okkum, siga tey.

 

Og tey, sum hava skrivað undir áheitanina, eru:

Albert Olivur Samson Johannessen, Alex Palmquist Poulsen, 
Alisa Hentze,
 Amy Berg Dalsgarð, Anja Johansen,
Ann Thomasen, Anna Djurhuus,
 Anna Margit, 
Annie Lassen, 
Annika Schandorffsdóttir Vang, Annika Vilhelmsen, Annlis Bjarkhamar, 
Árant Ziska, 
Arni Klein Abrahamsen, Bára Eyðunsdóttir Thorsvig, Barbara Christophersen, Bartal Nolsøe Poulsen, Beinta Løwe, Birgith Bærentsen, 
Birita Joensen, 
Bjarni Lisberg,
 Bogi Dánialson Davidsen, Brynja Høj, Brynjálvur Bjertrup Sólsker, Búi Rouch, 
Dan Helgi í Gong, 
David H. Pihl, Doris Helena Føns, 
Durita Midjord, 
Eiler Fagraklett, 
Eivin Arnason Joensen,
 Eli Tausen Á Lava,
 Elina Thomsen, Elisabeth Johannesardóttir Mortensen, Elsa Splidt Jacobsen, Elsbet Bjartalíð Danielsen, Erna Falkvard Simonsen, Esther Margreth Petersen, Eva Lauritsen, Eva Maria Brynhildardóttir Bláhamar, Eva Sarita Berg,
Eyðna Hammer, Eyðstein Arge, Fía Niclasen,
 Finn Ferjá,
Ginni Olsen,
 Guðrun Anna Vestergaard, 
Guðrun Vatnhamar, 
Gunnar Vermund Arnason Joensen, Gunnrið Joensen, Halldis Olsen,
Hans Olsen, Heiðrikur á Heygum, Hentzia í Lágabø, Hildibjørg Joensen, Høgni Jákupsson, Høgni Miné, Jacob Mouritz Olsen, Jacob Pedersen, Jákup Dulavík Olsen, Jákup Eið, Jan Djurhuus,Jana Maria Jacobsen, Jan-Terjé Simonsen, Jeanett Holm, 
Jensa Toftegaard, Jóhan Martin Christiansen, Jóhanna Skorheim,
 John Jacobsen, 
Jón Á Steig, Kári Linderoth Jacobsen,
 Karin Jacobsen, 
Karina Í Soylu Joensen, 
Katja Sys Jørmundsson, 
Katla Bjørg Ingimundardóttir Vang, Katrin Johannessen, Katrin W. Bærentsen,
 Kjartan Bárður Fríði Hansen, Klæmint Myllhamar,
 Kristian Evaldsson, 
Kristin Kristiansen,
 Laila A. Nielsen, 
Leo Lávík,
 Líggjas Á Váli Smith,
 Lilja Koblauch Luid, 
Line Fuglsbjerg, 
Louisa Golightly, 
Malan Marjunardóttir Rubeksen, Margret Norðberg, 
Marit Í Garði Olafsdóttir, 
Marit Pedersen, 
Marita Joensen,
 Meinhard St John, 
Mike Viderø,
 Miriam Solmunde,
 Naja Ritter, 
Oda Ellingsgaard, Oda Strøm, 
Olga Fríðunn Olsen, 
Ottar Schrøter Holm,
 Petur Markus Josenius Hammer, Rakul Dalsgaard, 
Rannvá Biskopstø Andreasen, Redin H Leonsson, 
Robert Thomsen,
 Robin Ova Tolfsen,
 Rógvi B. Dam,
 Rógvi Danielsen, 
Rógvi Petursson Kruse,
 Rólant Reginsson Biskopstø, Runi Kim Petersen,
 Sámal Hansen,
 Sára Henriksen,
 Sarita Holm Thomsen,
 Sigrun K. Kristiansen, 
Silja Eystberg, 
Simona Hansen,
Símun Nolsø, 
Sofia M. J. Høgnesen, 
Sólfríð Gregersen,
 Sólja Torleivsdóttir Eiðisgarð, Solva Dam,
Søren Kjær Nielsen,
 Steinunn Djónadóttir Frýdal, Sunneva Háberg Eysturstein, Sunneva Jacobsen, 
Sunniva Berg,
Sunnrid Ísaksdóttir, Súsanna Danielsen, Súsanna Vilhelmsen, Teresa Reinert, 
Tina Kildegaard Jakobsen, Tóki Joensen, Tórgerð Jallgrímsdóttir, Turið Sigurðardóttir, Uni Johannesen, Vibeke Michaelsdóttir og Vivian Matras.