Nýggja fiskivinnuskipanin 2. partur
Leiguskip ” Bare boat Chartred ”
Ein katastrofa fyri føroyska samfelagið
Hesin parturin, sum er 2. partur, av viðmerkingunum hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag til uppskotið hjá Fiskivinnunýskipanarbólkinum til eina nýggja fiskiveiðiskipan fyri Føroyar.
Vit leggja fyri við at nevna skipanina við leiguskipum, sum Fiskivinnu- nýskipanarbólkurin hevur skotið upp. Er talan um LEIGUSKIP (“Bare boat Chartred”), er samstundis talan um 100% strámannavirksemi.
Hetta kenna vit frá sonevndu FAS skipanini, har advokatar og privatpersónar leggja navn til, fyri at hvítvaska føroyskar pengar, sum verða oystir út av landinum sum ”SKATTA AFTURBERÐINGIN”.
Av hesi orsøk eru Føroyar skýrdar at vera hentleikatjóð. Eru vit komin so langt, at hetta ikki verður mett at hava týdning, so hava vit ein álvarsaman trupulleika.
Fiskivinnunýskipanarbólkurin er av teirri fatan, at føroysk fiskivinna skal standa opin fyri øll, líka mikið um ein eigur skip ella ikki og kosta hvat tað kosta vil fyri føroyska samfelagið.
Eitt av krøvunum til at eiga skip er, at skipið ber føroyskt flagg. Og seinna kravið er lógin fyri manning av føroyskum fiskiskipum. Lógin krevur, at skiparin (”førarin”) skal hava føroyskan heimarætt, og so sigur lógin ikki meir um manning. Og hetta er tað sum reiðaríini kunna gera sær dælt av, og samstundis undirgrava allar føroyskar sáttmálar og moral.
Føroya Skipara- og Navigatørfelag fer ongantíð at góðtaka eina fiskiveiðuskipin, sum trýstir hýrurnar umborð á føroyskum fiskiskipum so langt niður, at føroyingar eru noyddir at mynstra av og leita sær burtur í onnur lond at vinna sær livibreyð.
Vit ynskja ikki eina endurtøku av vanlukkuligu støðuni umborð á garnaskipinum Anita og móttøkuskipinum Lafayett. Tað eru ófatuligt at fiskivinnunýskipanarbólkinum ikki dugir at fata, hvussu stórar trupulleikar hetta vil skapa, og tí verri er okkurt sum tíðir uppá, at politiska skipanin longu hevur gloymt syndarliga skilið umborð á Anitu og Lafayett. skip, har manningi hótti við myttaríð, bæði grunda á vánalig kostviðurskiftið, sáttmálaloysi, o.ø sum ikki er vert at taka uppá tungu.So stutt kann minnið vera hjá monnum sum sita við ábyrgd.
Í útlendingalógini er ásett, at so leingi føroysku fiskiskipini eru uttanfyri 12 fjórðingar, so er einki krav um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, og skipini skula ikki koma regluligan í føroyska havn, men tey kunna saktans koma inn at upp/um skipað lastina, fyri síðani at fara aftur til fiskiskap.
Men aftur her verður bert hugsað um, at ein og hvør skal sleppa inn í fiskivinnuna, kosta hvat tað kosta vil, og landi skal fáa meiri/størri tilfeingisrentu, men tær verentligu avleiðingarnar, taka vit aftaná.
Tað verður nevnt í arbeiðssetninginum, at útlenskur kapitalur og eigaraskapur skal úr vinnuni.
Loyva vit leiguskipum inn, so verður leiguprísurin á nevndu skipum alt eftir hvussu nógv pelagiska fiskaríðið kastar av sær, hetta má vera dømi um vánaligt lógarsmíð.
Eg fari enn einaferð – staðiliga - at heita á andstøðu og samgongu, um at taka hesa ávaring í fullum álvara.
Politikarar skula verða vælkomnir at leita sær ráðgeving frá manningafeløgunum,
At enda fari eg at nevna, at fylgibólkinum er hildin fyri tað turra spott. Gamaní, at vit skula verða hoyrdir, men einki av tí vit hava borðið fram er tikið við, vit eru hildnir henn, og so verður ein skipan óroynd skipan smoygd niður yvir okkum. Tað er sum at siga, at annahvørt góðtaka tit luktin í bakarínum, ella stinga tit í sekkin.
Tórshavn tann 26. september 2016.
Vegna
Føroya Skipara- & Navigatørfelag
Annfinnur Garðalíð, formaður