Nú resta bara sjey metrar í, so hevur NCC sprongt seg ein kilometur inn í tunnilin Strandamegin. Seinastu vikuna hava teir borað 51 metrar. Nú eru teir komnir 44,6 metrar undir sjóvarmálan, sum er 2,6 metrar longur niður enn seinasta mánadag.
Hetta merkir, at teir nú eru komnir beint yvir helvtina av vegnum av Strondum og niður til rundkoyringina, sum skal vera undir Skálafirði. Teinurin av Strondum og til rundkoyringina er 1,7 kilometrar.
Streymoyarmegin hava teir borað 717 metrar inn í bergið og eru komnir 14,2 metrar undir sjóvarmálan. Tað eru 39 metrar longur enn fyri einari viku síðani og 1,9 metrar djúpri.
Teir hava sostatt bora tilsamans 1710 metrar av tí tilsamans gott 11 kilometra langa tunlinum, sum skal binda Streymoynna og Eysturoynna saman.
Eftir ætlan skal vera koyrandi gjøgnum Eysturoyartunnilin í 2020. Farleiðin bæði úr Runavík og av Strondum til Havnar verður stytt úr 55 kilometrum niður í 17 kilometrar. Koyritíðin verður stytt úr 64 minuttum niður í 16 minuttir. Mett verður, at omanfyri 6.000 akfør fara dagliga at koyra gjøgnum tunnilin.
Filmin omanfyri hevur tunnilsfelagið gjørt.