Ein kirkja í 75 ár

10. januar í 1932 varð kirkjan við Norðskála vígd av Jákupi Dahl, prósti.
Nú sunnudagin, 75 ár seinni, verður hesin dagurin hátíðarhildin við tveimum gudstænastum.

Í 1920unum varð av álvara farið undir at tosa um at fáa bygt kirkju.
Um várið í 1927 verður ein bygginevnd vald, og í 1929 senda nakrir íbúgvar í Svínáum, við Norðskála og av Oyri umbøn til løgtingið um at fáa studning til at byggja kirkju.
Presturin á Nesi tá, Wilhelm Nielsen hevur fyrrapartin í tjúgunum sent út eitt “opraab”, har hann heitir á kirkjufólkið um at fáa bygt eina kirkju. Henda kirkjan skuldi standa liðug ikki seinni enn í 1928.
Nær umsókn er send inn til kirkjustjórnina sæst ikki í gerðabókini, men 24. august 1929 hevur kirkjunevndin hjá Løgtinginum í øllum førum lagt álit fram.
Í álitinum stendur, at umsókn er komin til løgtingið frá íbúgvum í Svínáum, Norðskála og Oyri, um at fáa studning til at byggja kirkju.

Fólkaatkvøða um mál
23. februar 1930 varð samtykt at bjóða arbeiðini út. Arbeiðið við útgrevstri varð samtykt at fara undir beinanvegin.
Stoypiarbeiðið byrjaði á Mortansmessu, 11. november 1930. Byggiarbeiðið gjørdi Maskinsnikkaravirkið í Miðvági við Heina Joensen.
2. desember sama ár legði Jákup Dahl, próstur, grundarsteinin í fundamentið í eysturgalvinum miðskeiðis fyri altarinum.
Kirkjan varð bygd í eini tíð, har togan var um, hvørt kirkjumálið skuldi verða danskt ella føroyskt.
Sunnudagin hin 18.10 var tí fólkaatkvøða hildin, um skriftstøðini undir altartalvuni og úti í forkirkjuni skuldu verða á føroyskum ella á donskum. Úrslitið var at 40 atkvøður vóru fyri føroyskum og 29 fyri donskum.
Hin 10. januar 1932 vígdi Jákup Dahl, próstur, kirkjuna.
Í seinni helvt av sjeytiárunum varð farið undir at umvæla kirkjuna og varð tá eisini bygt uppí til fundarhølið, eins og forkirkjan varð vaksin og kapell bygt uppí suðureftir.