Ein kjallarakøld úr kassanum

Herfyri lat føroyski útisetin Símun úr Konoy (Simon von Konoy) úr hondum eitt staklag undir heitinum »En kælderkold fra kassen«

Íblásturin til sangin hevur hann fingið við at síggja í sjónvarpinum, hvussu illa er statt, tá ið umræður kríggj og ófrið ymsa staðni úti í heim. Ja, støðan er stutt sagt hættislig. 

 

Vestanfyri situr eitt svakt á trúnuni, ið hevur í hyggju at leggja Grønland, Panama og Kanada undir seg, og eystanfyri situr ein einaræðisharri, sum í samfull trý ár hevur verið í kríggj við grannan Ukraina. Og hann noktar at gevast fyrr enn hann hevur lagt grannalandið undir seg. 

 

Innihaldið í sanginum er um, hvussu tápuligt tað er at skapa ófrið og kríggjast.

 

– Hví ikki heldur seta seg niður, tosa um tingini og njóta eina kjallarakalda øl og fáa sær ein góðan bita afturvið? 

 

##med2##