Klokkan 01.50 í nátt steðgaði løgreglan einum bili, har førarin varð biðin um at blása í alkoholmetrið. – Tað vísti seg, at tað fór langt upp um markið, og at førarin var sjónliga ávirkaður, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn, Jóannes Østerø.
Men ikki nóg mikið við tí. Hesin førarin hevði longu mist koyrikortið, og at koyra í tíðini, tá tú ert dømdur at missa koyrikortið, tað gevur enn harðari revsing, enn at koyra uttan koyrikort. Hesin færarin kann tí vænta sær rímuliga harða revsing.
Løgreglan ger eisini javnan ferðmátingar, og tað gjørdu tey eisini í gjár, men har stóð væl til, sigur vaktleiðarin.
Í hesum døgum er løgreglan eisini sjónlig við skúlar kring landið. Tað eru átøk, sum løgreglan javnan ger, men tey hava verið serliga sjónlig, nú skúlarnir eru byrjaðir aftur kring landið.
Vaktleiðarin sigur, at við skúlarnar verður serliga hugt eftir, um børn sita í trygdarbelti.
– Vit síggja eisini javnan, at børn sita í trygdarbelti á baksetrinum við skúlataskuni á rygginum, og tað er ikki í lagi, tí tá verður trygdarútgerðin ikki brúkt rætt, sigur hann.
At børn ikki sita í trygdarbelti gevur bilførarum klipp í koyrikortið.
Eisini verður hugt eftir viðurskiftunum annars við skúlarnar. Tað eru ikki eins góð viðurskifti allastaðni, eitt nú við Sankta Frans skúla í Havn, har børnini verða sett av úti á vegnum og viðhvørt skulu yvir um vegin. Har hevur løgreglan eisini eyga við tí.