Ein lærari smittaður - sóttarhaldið avblást

Allar kanningarnar á Glasi eru nú avgreiddar

Rektarin á Glasi, Steinbjørn Hardlei, váttar nú fyri næmingum og starvsfólki á skúlanum, at allar kanningarnar, ið vórðu gjørdar í gjár, eru avgreiddar, og úrslitið er, at eitt starvsfólk hevur testað positivt, meðan allar hinar kanningarnar eru negativar.

Rektarin boðar frá, at tann smittaði er partur av kendari smittuketu uttan fyri skúlan, og at viðkomandi hevur sitið í sóttarhaldið síðan vikuskiftið.

Í kunninginini stendur, at landslæknin metir úrslitið verið í samsvari við metingina, ið hann hevði í gjár, og hann kann staðfesta, at smittan er ikki spjadd á Glasi, og at smittuketan sostatt ikki er byrjað á skúlanum.

Avgjørt er tí ikki at gjøgnumføra kanningarnar, ið vórðu fluttar til fríggjadagin.

Somuleiðis er heimasóttarhaldið, ið hevur verið galdandi á Glasi, sett úr gildi.

Hildið verður kortini fram við fjarundirvísing restina av vikuni, og møtt verður aftur sum vanligt á skúlanum mánamorgunin.

– Nú vit aftur kunnu ferðast frítt vil eg heita á tykkum øll um at virða almennu leiðreglurnar, sum hava til endamáls at minka um smittuvandan í samfelagnum. Tað er umráðandi at vit lurta eftir heilsumyndugleikunum, sum í løtuni mæla til eyka varsemi - serliga í Tórshavn, tí enn er smittutalið her ov stórt, sigur Steinbjørn Hardlei, rektari.

– Eg vil somuleiðis takka tykkum øllum fyri tykkara forstáilsi hesa seinastu vikuna – at tit við so stuttum skotbrái lótu tykkum testa, soleiðis at vit skjótt fingu eina greiða mynd av smittustøðuni á Glasi.