Ein lærari til fýra børn

Gjáar skúli er millum teir minnu skúlarnir í landinum. Hetta skúlaárið eru bert fýra næmingar í skúlanum.

Gjógv: Í Gjáar skúla eru bert fýra næmingar og ein lærari. Skúlin er væl útgjørdur við teldu og øðrum hentleikum.
Børnini ganga í 1., 2., 4. og 5. flokki. Í 6. flokki gongur Fía Kristiansen. Hon er einasti næmingurin í flokkinum, og hevur 25 tímar um vikuna.
Vit vóru í skúlanum hósmorgunin, og tá hevði hon danskt. Hon las søgur úr eini bólk, sum kallaðist fyri Fabler. Skúladagurin hjá henni er vanliga frá kl. 8:00 til middags.
Týsdagar eru øll børnini í Stranda skúla til ítrótt, saman við børnunum úr Funningi og Funningsfirði. Tá eru tey eini 15-16 í tali.
Tey hava eisini annað samstarv enn ítrótt. Tey møtast regluliga til handalig fak, so sum køk, evning og smíð.
Í frítíðini plagar Fía Kristiansen at spæla við systkini, m.a. við systur sína, Jacobinu, sum gongur í 4. flokki. Tær hoppa band ella spæla í ánni. Men tá ringt veður er, plaga tær at spæla kort ella teldu.
Fía gongur í Gjáar skúla fram til 7. flokk. Tá hon fer í framhaldsdeildina verður tað í Felagsskúlanum á Oyrarbakka.