Tey ið ynskja at njóta friðin og hava eina løtu í djúphugsni fáa eitt gott høvi til hetta í annaðkvøld.
- Vit eru nú farin inn í adventina, og tilløkini eru mongu. Henda tíðin ber ofta brá av nógvari stákan, vísir Hanus á Gørðum, prestur á.
Týskvøldið kl.19.30 verður høvið at leita inn í Christanskirkjuna í Klaksvík til kvirru og til eina heldur øðrvísi gudstænasta. Høvið verður givið til kvirru og djúphugsni.
Unir gudstænastuni fer Kristoffur Olsen at syngja tveir sangir. Eisini er gjørligt at tendra ljós og taka eitt bíbliuørindi. Til ber eisini at leita fram at altaranum, har møguleiki er at fara í bøn og njóta kvirruna.
Hanus á Gørðum fer at prædika við hesa gudstænastuna, sum endar við altargongd.