Ein lítil rentuhækking er ikki longur nøkur ólukka

Summir halda, at rentuhækkingar eru á veg teir komandi mánaðirnar. Aðrir halda ikki. Men í øllum førum kann sigast, at fyri føroyska búskapin skuldi ein lítil rentuhækking ikki fingið álvarsligar avleiðingar

Nú eru serfrøðingar einaferð farnir at spáa, at rentan er á veg uppeftir aftur

Men teir eru ójavnir á máli um, hvussu gongdin verður, tí aðrir serfrøðingar halda ikki, at útlit eru til, at rentan fer at hækka í nærmastu framtíð.

Á tekstvarpi varð stjórin í búskapardeildini hjá Den Danske Bank, Per Hviid, nú ein dagin endurgivin fyri at siga, at eingin ivi er um, at rentan fer at hækka komandi mánaðirnar, báði í Danmark og í Evropa annars.

Orsøkin til rentuhækkingina skal vera stóra, danska undirskotið í samhandlinum við útlondini, umframt tann økti vøksturin í Evropa.


Rentan heldur sær

Sigurd Poulsen, Landsbankastjóri sigur, at tað er ómetaliga trupult at meta um rentuna.

Hann sigur, at tær nýggjastu metingarnar, hann hevði sæð um rentuna - tað var í gjáramorgum - talaðu tvørturímóti fyri, at rentan kanska fór at lækka eitt sindur afturat.

Tann rentulækkingin skuldi standast av, at tað tykist sum um virksemið í USA kanska er toppað og at vøksturin er ikki so stórur, sum hann hevur verið. Aðrar metingar tala heldur ikki fyri nakrari rentuhækking við tað fyrsta, men rokna heldur ikki við, at hon fer at lækka.

­ Mett verður eisini, at hvítusunnupakkin hjá donsku stjørnini fer at ávirka privatu nýtsluna, men neyvan í ár.

-Í ár vænta danir undirskot á gjaldsjavnanum og tað kundi ført til eitt trýst á rentuna.

Fyri at taka samanum sigur hann, at yvirhøvur tala metingarnar fyri, at rentustøðið fer teir komandi mánaðirnar at halda sær á nøkunlunda sama støði sum nú.

­ Kanska verða onkrar broytingar upp og niður, men yvirhøvur eru serfrøðingar stórt sæð samdur um, at rentan teir fyrstu mánaðirnar fer at halda sær á sama støði sum nú, sigur landsbankastjórin.

­ Men tað er sera trupult at meta um. Tann eina metingin kann vera líka góð sum hin.

Hann vísir tó á, at rentan er ógvuliga lág og at tað er ringt at hugsa sær, at hon ikki fer uppeftir aftur í longdini.

Men hví leggur tann økti vøksturin slíkt trýst á rentuna?

­ Vit kunnu hugsa okkum at vit koma vit í eina støðu, táið arbeiðsloysið minkar og at allur kapasitetur á virkjunum verður brúktur.

­ So noyðast virkini at gera íløgur fyri at nøkta eftirspurningin og samstundis kann tað verða trupult at útvega arbeiðskraft.

­ Tað førir inflatiónstrýst á búskapin við sær.

­ Og verður inflatión, ella verður roknað við inflatión, trýstir tað eisini rentuna upp, tí tað er marknaðurin, sum stýrir rentuni.


Hækkingin er ikki komin

Formaðurin í Búskaparráðnum, Bjarni Olsen, er í summar frí í løtuni og dugir illa at meta um útlitini fyri rentuni í løtuni.

Tí er hann eisini eitt sindur varin at úttala seg.

­ Ikki tí tað er eisini ómetaliga trupult at meta um rentuna, heldur hann.

­ Gongdin er alla tíðina tann, at rentan gongur upp og niður.

­ Og nú hevur hon verið sera lág nokk so leingi. So tað er ingin ivi um, at fyrr ella seinni fer hon uppeftir aftur.

­Spurningurin er bara nær.

­ Av og á hava serfrøðingar seinastu árini mett, at nú vóru rentuhækkingar á veg - men tær eru ongantíð komnar.

­ Tað vísir seg, sum um at tð er sera trupult at skilja teknini í búskapinum við atliti til rentuna.

­ Men fyrr ella seinni fáa teir sjálvandi rætt, sum spáa rentuhækking.


Ein fyrimunur á summum økjum

Bjarni Olsen sigur, at tann stóri spurningurin er sjálvandi, hvussu ein møgulig rentuhækking fer at ávirka tann føroyska búskapin.

­ Tað veldst sjálvandi um, hvønn part av búskapinum, vit tosa um.

­ Og tað veldst sjálvandi um, antin tú ert ognari ,ella skuldari.

­ Tosa vit um føroyska búskapin mótvegis útlandinum er støðan tann, at uttanlandsskuldin er munandi minkað, og við juni- avtaluni hava vit fingið eina fasta rentu upp á 5% á allari okkara skuld til danska statin.

­ So tað ger ikki mun um rentan fer upp.

­ Hinvegin hava vit ognir uttanlands, sum vit øktar inntøkur av um rentan hækkar.

­Sostatt fáa vit eina eyka rentuinntøku av ognini uttanlands, men vit fáa ikki øktar rentuútreiðslur av uttanlandsskuldini.

­Sostatt kann ein rentuhækking næstan blíva ein fyrimunur fyri tann partin av búskapinum.

­ Harafturat eru vit komin í ta støðu, at næsa ár verða vit kanska nettoognarar uttanlands, eftir at hava verið nettoskuldarar í nógv ár.

Tað vil siga, at vit eiga meiri uttanlands, enn vit skylda.

­ Tó eru tað mest peningastovnarnir, sum eiga ognirnar uttanlands.


Nógv er niðurbetalt

Verri er støðan sjálvandi hjá teimum, sum hava skuld herheima, t.d. húsaskuld.

­ Húsarhaldini fáa sjálvandi eina økta rentubyrðu. ­ Men eftir, hvat eg havi skilt, er nógv húsaskuld be-talt seinastu árini, so tað er ikki vist, at tað verður nøkur vanlukka.

­ Verri er tað sjálvandi hjá vinnulívinum, sum fær eina økta rentubyrðu

­ Og tað er óheppið, tí vinnulívið er ikki so væl fyri frammanundan.

Men samanumtikið heldur formaðurin í Búskaparráðnum, at tað veldst um, hvussu stór ein møgulig rentuhækking verður.

Tó heldur hann ikki, at smávegis hækkingar fáa ikki álvarsligar avleiðingar uttan víðari.