Napolion Magnussen, Miðvágur
Henda grein er um 266b, so um onkur hevur hoyrt nóg nógv um tað møsnið skal tú ikki lesa víðari, Eg helt sjálvur, at eg hevði langt síðani fingið nokk.
Men tá ið eitt av okkara umboðum á norðurlandaráðsfundi ger okkum fyri skommum við at geva øllum tað fatan at vit eru av somu fatan sum hann, ella tá ið onkrir av okkara tingmonnum í donskum fjølmiðlum siga tað sama, umframt at koma við idiotiskum, átrúnaligum grundgevingum og rasistiskum viðmerkingum, tá er mær ovboðið.
Eri júst komin av Danmørk eftir eina sera áhugaverda ferð sum, á meira enn ein hátt, vísti hvussu aftarlaga vit eru. Endamáli við ferðini var at fáa meira og betri vitan um fólkaskúlar, hvar eru onnur á veg, hvar eru vit í mun til onnur. Hetta koma tit heilt víst at hoyra meira til seinni, eingin ivi um tað.
Men hevði tað ikki verið fyri eina hending har niðuri, hevði eg ikki lagt afturat bálinum. Og tí at føroyingar, sum ikki eina ferð, skula uppfinna tann djúpa tallerkin umaftur.
Tá ið vit komu inn um gáttina á einum skúla, møtti eg einum Søren, sum sjálvandi ikki kundi bara sær: ”Nå, der har vi færingene. I må sandelig passe på jer her, for vi er allesammen bøsser og lesbiske! Vi så nemli´ alle sammen den store klaptorsk i butterfly på TV-avisen i går aftes. Det er sgu´ synd at de bruger vor bedste sendetid til sådan en tosse”.
Um nakar hevur kallað Høgna Hoydal fyri landasvíkjara av tingsins røðarapalli fyri at spyrja, líka mikið um tað so eru leiðandi spurningar um okkara meinig um herskyldu ella ikki, so eru onkrir av okkara landsins kosnu monnum ikki mætari. Høgni ger ikki annað enn tað, hann eigur at gera; at verða kritiskur, ikki endiliga negativur, men kritiskur. Tað hava andstøðufólk altíð verið, sjálvt um Høgna´sa máti kanska virkar meira ágangandi, tí hann drívur meira á enn onnur.
Eg royndi at greiða hesum góða Søren frá, at eg hevði tað fatan at hesi, sum góðu øllum heiminum eina so ljóta mynd av føroyingum og Føroyum als ikki vóru í meiriluta. Teir vóru at rokna sum Hizbolla og aðrir ekstremistar sum hægst fingu 10% við sær av fjøldini. ”Nå, hvorfor er der så mange ekstremister i Lagtinget”, kom tá frá Søren. ”De albuer sig frem på en eller anden mærkelig vis”, var mítt besta boð.
Sum tað sær út, so hava vit nakrar av heimsins vánaligastu politikarum at stýra okkara landi. Tíðin verður brúkt til alt annað enn tað, framskygdir politikarar eiga at brúka hana til. Summir sleppa at seta dagsskránna við sínum smámanna hugsjónum, ímeðan ein við góðum politikki verða niðurgjørdur og burturtagdur. Jante var og er føroyingur, eingin ivi um tað!
Míni ráð til tykkum, allar sum ein; hyggi í ein spegil og síggi fyri tykkum tykkara størsta politiska mótstøðufólk. Sjálvt um tit ikki vilja tað eiga tit at semjast á ein ella annan hátt fyri at fáa skilagóðar loysnir, annars eru tit óegnaður. Tí tað eru tveir mátar at verða mintur søguliga uppá; antin at finna skilagóðar og haldarar loysnir, ella at standa sum eitt tvørball sum altíð lá á tvørs, sum oftast bara fyri at verða tað. Og teimum seinnu eru tað ivaleyst av sum er.
Eg eri farin at hugsa um tað ikki er upp á tíðina við einum tvíbýttum løgtingið millum menn og kvinnur við tí eini orsøk; at fáa skil á hasum sirkusinum!
Og til øll tykkum, sum taka hesa grein sum eitt fornermilsi; stovnið tykkara egna flokk so vit onnur altíð vita hvar vit hava tykkum, heldur enn at forpesta allar flokkar.
”Tey einastu, sum møguliga hava deyðadóm uppibornan, eru tey, sum døma onnur til deyða her á fold ella í ævinleikanum”sitat: NM