Ein legenda takkar fyri seg

Aftureftirlítandi kórhugnaløta - ein legenda takkar fyri seg. Havnarkórið við Ólavi Hátún á odda hevur konsert leygardagin.

Ólavur Hátún takkar fyri seg, eftir mong ár  sum kórleiðari fyri Havnarkórið.

 

Leygardagin kl. 16.00 fer Havnarkórið at markera at Ólavur gevst sum dagligur kórleiðari í Havnarkórinum.

 

Konsertin, sum verður í Müllers Pakkhúsi, verður rópt “Aftureftirlítandi kórhugnaløta”. Her fer kórið við Ólavi á odda at syngja sangir, sum á ein og annan hátt hava myndað sangskránna hjá kórinum hesi mongu árini.

 

Ókeypis atgongd.