LESNAÐUR
Hálir vegir og myrkur kundu ikki halda fólki burtur, tá kunnandi fundur um víðari útbúgvingar uttanfyri Danmark varð hildin á Kambsdali mikukvøldið.
Eini trýss fólk høvdu funnið vegin fram til auluna á samanbygdu skúlunum á Kambsdali.
Ein fittur partur vóru fólk, ið kanska hava nomið sær útbúgving og vóru áhuga at hoyra meira. So vóru tað eisini tey, ið enn ganga í miðnámsskúla, saman við teimum, ið gjørdust liðug við miðnámsútbúgvingina fyri ikki so langari tíð síðani.
Holger Arnbjerg, leiðari fyri Altjóða skrivstovuna, segði innleiðandi, at tann besti mátin at kunna um hesar útbúgvingarmøguleikar er at fáa fólk, sum hava roynt tað, at siga frá sínum royndum.
Tað var Altjóða skrivstovan saman við lestrarvegleiðarum á Kambsdali, ið skipaði fyri fundinum.
Fundurin mikukvøldið varð skipaður soleiðis, at panelið í fýra umførum greiddi frá.
Panelið varð mannað við fýra fólkum, ið øll hava nomið sær hægri útbúgving uttanfyri Danmark.
Hanna í Horni hevur lisið antropologi og politikk í Swansee í Wales. Í løtuni er hon Ph.D. lesandi í University of Wales í Swansee.
Sonja Jógvansdóttir kann kalla seg Master of Arts (honours) í politikki. Hetta hevur hon lisið á Edinburgh University.
Hans Jacob Kollslíð hevur tikið ein bachelor í ?Business English and Marketing? í Bangkok í Teilandi.
Tummas Pauli Mýri hevur lisið ?Business Economics? ? fyrst í Aberdeen og síðani í Glasgow.
Øll fýra høvdu tey tað til felags, at tey hava gingið á Miðnámsskúla í Eysturoynni.
Byrjanin
Fyrsti spurningurin var, hvusssu alt hetta við at lesa uttanfyri kongaríkið byrjaði.
Tumms Pauli Mýri greiddi frá, at hann tímdi ikki so væl at sita á skúlabeinki í 4-5 ár út í eitt, so hann fær eitt sokallað sandwich course, har møguleiki eisini er at fara í praktikk.
Hann nevnir ? eins og øll hini ? at hann fegin vildi læra enskt mál. Samstundis var tað rættiliga líka til hjá honum at fara til Skotlands, tí Smyril um tað mundi sigldi til Aberdeen, og Aberdeen er oljuhøvuðsstaðurin í Evropa, og gav honum harvið vónir um at sleppa innum hesa vinnu, sum eisini er sloppin. Tummas Pauli byrjaði at lesa í 1995, og hann gjørdist liðugur við Master útbúgvingina í 2000, har hann eisini hevur arbeitt hjá ymsum oljufeløgum.
Fyri Honnu í Horni kom lestarlívið at ganga fyri seg í Swansee í Wales, og hetta hevur ongantíð angra síðani.
?Eg vildi fegin lesa antropologi, men hetta kravdi meira enn tíggju í miðal fyri at sleppa inn í Danmark, so eg mátti fara aðrastaðni at lesa.
Fyrst ætlaði eg mær til Norra, men frá lestrarvegleiðari fekk eg uppskoti um fara til Bretlands, sigur Hanna í Horni.
Hon leitaði eftir fakinum, hon ynski sær, í stóra yvirlitinum. Hon hevði lítlan hug at fara til ein stórbý sum London.
?Eg valdi Swansee, tí staðið virkaði gott, og frá øðrum hevði universiteti fingið góð viðmæli, sigur Hanna.
Men tað var ikki alt so líkatil við at fara til Wales at lesa. Rúgvusmiklar umsøknir skulu fyllast út. Eitt annað, sum kanska víkir frá donsku skipanini, er, at á fyrsta ári skulu tey lesandi umleið helvtina av tíðina lesa onnur fak enn teirra ?høvuðsfak?. Tað merkti, at Hanna las Antropologi, men hevði eisini fleiri aðrar lærugreinir.
Júst hesin mátin vakti hennara áhuga fyri øðrum enn antropologi. Hon endaði við at taka ?joint honours? í antropologi og politikki. Nú skrivar hon Ph.D. ritgerð í politikki.
Sonja Jógvansdóttir hevði ikki rættiliga hug at fara til Danmarkar at lesa. Ein lærari hjá henni hevði lisið politikk í Skotlandi, og hetta valdi hon so eisini at royna.
Hon søkti seks ymisk universitet og valdi Edinburgh, tá alt kom til alt.
Tey fyrstu trý fóru kanska ikki so langt út í heim, men tað gjørdi Hans Jacob Kollslíð hinvegin.
Hann legði leiðina til Teilands, har hann hevði verið í AFS nøkur ár áðrenn. Hann fór yviraftur til Teilands í 1992. Hann segði, at áhugin fyri landinum og einari ávísari gentu fingu hann aftur til Teilands.
?Eg vildi sleppa til Teilands, og eg fór tí at leita eftir einum skúla. Eg kom fram til ein altjóða skúla í Bangkok. Har eru fleiri altjóða skúlar, og á hesin skúlanum hjá mær gingu einir 20.000 næmingar, sum koma allastaðni frá, sigur Hans Jacob.
Málið, tosað varð á skúlanum, var enskt.
Øll eru tey samd um, at málsliga er sera lítið av forðingum, og tað gevur hinvegin eina røð av fyrimunum at hava frálíka góðan førleika í enskum.
Pengarnir
Tá fleiri av panelluttakarunum fóru út í heim at nema sær til kunnleika, vóru stuðulsskipanirnar ikki sum tær eru nú.
Nú kanst tú fáa upp til 120.000 kr. árliga frá Stuðulsstovninum til skúlagjald umframt danskan SU.
Flest allir útlendskir skúlar kosta at ganga á. Í hesum førinum ger hetta serliga seg galdandi í Bretlandi.
Hjá Honnu í Horni vóru ráð fyri tí. Hon søkti sum dani. ES borgarar kunnu ganga í skúla hjá hvørjum øðrum fyri lítið og lætt, men ert tú ikki ES-borgari í Bretlandi, so kann tað gerast dýrt.
?Eg skrivaði alt á donskum ? fekk fatur á donskum umsøknarbløðum og hevði danskt pass. Eg vónaði so bara, at eingin for at leggja til merkis, at eg var úr Føroyum. Enn í dag haldi eg ikki, at tankin hevur streifað tey í Wales, at ?Færøerne? eru eitt land uttanfyri ES, sigur Hanna.
Men tað at søkja inn sum dani er farin tíð, segði hon.
Hans Jacok Kollslíð fekk skúlagongdini rættiliga bíliga, men hann fekk ikki SU fyrr enn eftir fleiri ára lestur. Hetta gjørdi, at hann mátti taka lán.
Sjálvt tað at søkja og sleppa upplivdu panelluttakararnir ikki sum nakað serliga torført.
?Mínar royndir siga mær, at tað er ikki so ringt at søkja ? men tað tekur nógva tíð. Tey vilja fegin hava føroysk lesandi. Ikki minst tí hesi gjalda nógvar pengar fyri at ganga á skúlanum, segði Sonja Jógvansdóttir.
Fyri at fáa SU skal útbúgvingin góðkennast í Danmark, og hetta kann gott taka eitt sindur av tíð.
Øll fýra vóru tey samd um, at skipanin, tá tey byrjaðu, ikki var serliga góð, men nú er støðan ein onnur.
Hans Jacob Kollslíð skuldi eisini til eina roynd í enskum. Hetta kann eisini koma fyri á sumum enskum skúlum.
Onkur av teimum í Bretlandi hevur eisini roynt at arbeitt, men hetta gevur ikki so nógvar pengar.
Tummas Pauli Mýri valdi ikki at arbeiða, tí hetta ikki gav so nógv í mun til stríðið.
Tey í Bretlandi lótu eisini sera væl at hjálpseminum hjá universitetunum.
?Tey hava altíð eitt kontór onkrastaðni til at nøkta júst tín tørv, segði ein av panelluttakarunum.
Sosialt
Ì fundinum mikukvøldið varð nógv tosað um útbúgvingarstøðini í mun til Danmark. Taka vit eitt nú Bretland sum eitt dømi, so er tað sjálvandi munur á í mun til Danmark.
Skipanin er øðrvísi í forhold til áramál og heiti og annað. Eisini verður ofta gingið nógv minni í skúla í Bretlandi ? einans 32 vikur um árið nógvastaðni.
Men reint sosialt er Bretland einki at halda seg aftur við at fara til.
?Tú skalt veruliga vilja vera einsamallur, um tú skalt enda við at siga einsamallur. Tað er ómøguligt ikki at møta fólki og fáa vinir, segði Hanna í Horni og hini eru ikki ósamd.
Tað at koma inn í málið og kanska eisini mentanina tók stutta tíð.
Hinvegin kunnu ávísir trupulleikar stinga seg upp í mun til Danmark.
Danir eru ógvuliga afturhaldandi við at góðskriva lesnað í øðrum landi.
Sonja Jógvansdóttir nevndi sum eitt dømi, at hon bert kundi fáa góðskrivað hálvtannað ár á Københavns Universitet, tá hon ætlaði at fara at lesa víðari har.
Hetta verður arbeitt við at bøta um, men hjólini mæla ikki so skjótt í løtuni.
Undantikið Honnu í Horni eru tey øll komin út í vinnulívið at arbeiða.
Tummas Pauli Mýri segði, at hann allatíðina visti, hvat hann vildi, og hann hevur fingið arbeiði hjá oljufelagi. Eisini Sonja og Hans Jacob arbeiða, men Hans Jacob valdi tó at leggja eitt sindur um, og hann er nú lærari.
Standardurin nýttur verður í Danmark og í Føroyum vísir seg at vera ógvuliga danskur, var boðskapurin, men úti í verðini eru eitt nú bretskar útbúgvingar nógv verdar.