Maud Wang Hansen er ein kvinna við nógvum bóltum í luftini. Hon er valevni til formanspostin í Pedagogfelagnum, har hon eisin virkaði sum næstforkvinna til hon stillaði upp til Løgtingsvalið seinasta mánað fyri Tjóðveldi. Harumframt arbeiðir hon sum dagligur leiðari á stovninum á Bóndaheygnum.
Men hóast hon er ein kvinna við nógvum hattum og nógvari rástyrki, so veit hon eisini, hvussu tað er als ikki at megna okkurt. Meðan 13 ára gamla dóttirin og 16 ára gamli sonurin eru sunn og røsk og trívast, so býr elsti sonurin, 26 ára gamli Villiam, í donskum serskúla.
- Villiam fekk hjálp sum barn, tá ið vit búðu í Danmark, men tá ið hann var 16, fluttu vit til Føroya, og so stegðaði alt upp, greiðir Maud frá.
- Hann kom heim í 10. flokk og fekk eyka tímar í móðurmálsundirvísing, men hann kláraði als ikki at fylgja við, og har var einki, eg kundi gera. So leingi sum hann var lítil, og eg kundi stýra, so gekk tað. Men í tannárunum gekk tað bara skeiva vegin. Eingin kundi hjálpa mær, og í skúlanum fekk hann bara frið til at passa seg sjálvan.
Fólk søgdu, at hann skuldi nokk fáa lærupláss og so fór alt at ganga. Men tað gjørdi tað ikki.
Eftir tíggjunda fór Villiam á SIT, men tað gekk verri enn í fólkaskúlanum. Hann fekk ikki tikið seg saman til nakað, misti móti og gavst skjótt. Fylgjandi árini royndi hann ymiskt, men einki bar til.
- Tú sært tað ikki á Villiami, at hann er sjúkur. Hann er fittur og sjarmerandi og dugir væl at tosa. Men hann manglar vanligt støðufesti og motivatión og dugir ikki at skapa verulig sambond við onnur, sigur mamma hansara.
Ikki fyrr enn hann var 25, fekk hann staðfest diagnosuna, Aspergers syndrom, men tá hevði hann longu liðið so nógv niðurløg, at hann hevði mist bæði sjálvsálit og lívshug. Gerandisdagurin hevði tá leingi verið merktur av sjálvskaðing og sjálvmorðsroyndum.
Í danskan skúla
Diagnosan kom eftir sjálvmorðsroynd, og síðani fekk hann tilboð um at fara á ein danskan skúla fyri ung við menningarórógvi. Har hevur hann nú gingið í hálvt annað ár. Hann gongur eitt ár í senn, til hann er førur fyri at fara víðari.
Deymurin er, at hann kann taka eina KT-útbúgving fyri fyri fólk við aspergers syndromi, men har sleppur hann ikki inn, fyrr enn hann er betur fyri.
Hóast Maud er glað fyri skúlatilboðið til sonin, so standast eisini fleiri trupulleikar av, at hann gongur í donskum skúla.
- Hann hevði tørv á einum viðgerðarstovni, men ein slíkur er ikki í Føroyum. Í staðin fyri at senda hann niður á stovn, slapp hann í ein skúla. Viðhvørt haldi eg, at vit fingu bjóðað ein skúla í staðin fyri stovn, tí so er tað meira legalt. Tað er í lagið at senda son sín til Danmarkar í skúla, tað hevði verið ein størri vesalaváttan (falliterklæring) fyri føroysku skipanina at sent hann á danskan stovn.
Av tí at tað er ein skúli, sum Villiam er farin niður til, skal Maud lofta honum í ferium. Tá ið hann búði í Føroyum hevði hann eitt kamar og ein stuðul, men hetta misti hann, tá ið hann fór niður.
- Skúlin stongir í skúlaferium, men vit megna ikki at hava hann heima. Tað er ræðuliga hart, men eg klári ikki at standa einsamøll við ábyrgdini fyri honum. Seinasta summar endaði ferian við, at hann framdi harðskap móti yngra beiggjanum, og áðrenn heystferiuna var eg noydd at siga við skúlan, at hann ikki kundi koma heim. Í jólafrítíðini høvdu vit skipað tað so, at Almannstovan skaffaði honum eitt stað við náttarvakt, har hann kundi sova, og so var hann heima hjá okkum um dagin.
- Eg veit ikki, hvussu vit gera næstu feriuna. Hann sigur sjálvur, at hann ikki ætlar sær heimaftur, og eg orki øðiliga illa at ofra gerandislívið hjá yngru børnunum fyri at hann skal kunna vera heima. Men hann má hava onkran at fara til. Hann klárar seg ikki sjálvur.
Sorgin og skommin
Maud var einans 15 ára gomul, tá ið hon fekk Villiam. Hann var kroppsliga veikur og fekk skurðviðgerðir, men menningartrupulleikarnir vóru ikki sjónligir.
- Eg havi grátið meg í svøvn óteljandi ferðir, tí eg havi havt ringa samvitsku um, at tað kanska var mín skyld, at hann ikki megnaði lívið. Og tá ið hann fekk staðfest Aspergers syndrom, var tað á ein hátt ein lætti, tí so var tað ikki mín skyld. Hann hevur ein skaða, sum ger, at tað eru ting, sum hann ikki dugir.
Men sorgin er ein fastur fylgissveinur, sorgin um at sonurin ikki orkar at samskifta við familjuna, sorgin um at hon ikki megnar at loysa allar hansara trupulleikar, og sorgin um at sonurin ikki ynskir at liva.
- Líka so stolt foreldur eru, táið tað gongur barninum væl, líka so tungt kennist tað, tá ið tað gongur illa, sigur Maud, og onkuntíð hevur sorgin og skommin lyndi til at fjala yvir alt tað góða.
- Sum foreldur vil mann so gjarna fáa og geva nøkur góð upplivilsir, men hjá foreldrum at børnum við menningarórógv fer øll orkan mangan bara til at yvirliva.
Maud kennir fleiri mammur, sum hava uppgivið sítt egna lív fyri royna at taka sær av vaksnum børnum við sálarligum ella menningarligum trupulleikum. Hesar ofra sítt egna lív, men barnið fær tað ikki betur, og øll familjan endar í einum avbyrgdum lívið sermerkt av sorg og skomm.
- Føroyar eru eitt so lítið samfelag, so tað er ikki so løgið, at familjur royna at fjala yvir trupulleikar, heldur hon. Men tað loysir einki.
Samfelagið má hjálpa
Hon hevur bønað og biðið Almannastovuna og Nærverkið um at fáa ein vardan bústað til sonin, men einki er komið burturúr. Eingin sigur seg eiga málið, og tá ið Villiam nú er sloppin á danskan skúla, er tað sum um, at málið er loyst.
- Eg havi mangan ringa samvitsku um, at eg í mínum yrki hjálpi fólki við at fáa hjálp frá tí almenna, men tá ið tað kemur til mín egna son, so havi eg ikki verið før fyri at fáa myndugleikarnar at skilt, at okkum tørvar hjálp.
Í Danmark tilskilar sokallaða Tænastulógin, at fólk við sálarligum trupulleikum skulu fáa tilboð um vardan bústað, men í Føroyum er eingin líknandi lóg. Og av tí at Villiam er sendur í danska skúlan úr føroysku skipanini, er ikki greitt, hvat hendir, tá ið hann ikki kann ganga í skúlanum meira.
- Einaferð hótti skúlin við at blaka hann út, tí hann hevði brotið inn í eitt medisinskáp, og tá var eg adressan, sum hann skuldi sendast til. Eg eri tann, sum skal lofta honum, men eg megni tað ikki, sigur Maud erliga.
- Eg kann vera so fakliga væl fyri, sum eg kann, men tá ið tað snýr seg um Villiam, so eri eg mamma hansara. Hann vil ikki vera bundin at mær, og eg klári ikki at verja meg sjálva og børn míni ímóti hansara vreiði.
Maud vónar, at danski skúlin kann hjálpa honum til at vera førur fyri at hava egna íbúð og fáa eina útbúgving. Men óttin fyri at hann endar á gøtuni sum misbrúkari ella ger av við seg liggur alla tíðina og lúrir.
Einar sterkari Føroyar
Maud Wang Hansen heldur, at ein slíkur skúli, sum Villiam gongur á, saktans kundi ligið í Føroyum.
- Hetta er ein spurningur um pengar. Tað hevði eingin trupulleiki verið at fingið serútbúgvin fólk, sigur Maud. Hon heldur eisini, at vit sum samfelag mugu standa saman um at lofta teimum, sum ikki megna vanliga gerandisdagin.
- Vit halda ofta, at familjan sjálv skal klára alt, men tað er órealistiskt. Ímyndin av supersterku føroysku familjuni heldur ikki í veruleikanum, sigur hon.
Hon kennir frá sær sjálvari, hvussu hjálparleysur mann er, tá ið barnið ikki skilur tað, sum tú roynir at læra hann, tá hann ikki dugir at ansa eftir sær sjálvum, tá hann ikki orkar upp úr songini, tá hann isolerar seg í dagavís, og tá ið hann drekkur seg fullan fyri at hava mót at taka lívið av sær. Eingin mammar orkar at loysa slíkar trupulleikar einsamøll, staðfestir Maud.
Eisini heldur hon, at føroyska samfelagið hevur ikki ráð bara at lata standa til. Hvørki menniskjaliga ella búskaparliga.
- Menniskjalagnur verða lagdar í oyði og familjur knústar, tí vit sum samfelag ikki megna at geva neyðuga stuðulin. Hetta kostar meira enn hjálpin hevði kostað, staðfestir mamman og námsfrøðingurin, Maud Wang Hansen