Eg havi varhuga av, at nógv teirra eru stakir uppihaldarar.
At spara upp á at fjálga um hesi í 2012 kann føra til fólkatrot í 2030, bæði viðvíkjandi arbeiðsmegi og virðisskapan annars. Fyri hvørja ferð ein mamma ella ein pápi við børnum flytur av landinum, kunnu vit missa nógv.
Í 1983 flutti eg til Danmarkar, tí Føroyar kundu ikki bjóða mær og mínum trygg kor. Á heysti í 1986 fekk eg útvega mær bústað og arbeiði í Føroyum og valdi at flyta heimaftur. Vit, sum í 1983 taldu 6 persónar, mamma og 5 børn, eru í 2011 blivin til 20 føroyingar. Av teimum eru 11 frá 20 árum og niðureftir og potentiellir virðisskaparar í samfelagnum. Hini 9 eru aktiv í arbeiðslívinum.
Henda søgan er helst einki eindømi. Tað er gott og gevandi at fara í onnur lond at nema sær kunnleika og hoyra og síggja, hvussu onnur liva, men eingin føroyingur eigur at gerast útiseti av neyð.
Tjóðveldi vil fólkavøkstur, tí velja vit at arbeiða fyri rímiligum bústøðum og einum vinnlulívi við arbeiði til øll, so gjørligt er at breyðføða seg og síni her á landi.
Veljið tí Tjóðveldi!